Lív og liðfelagarnir endaðu árið við einum sigri

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted kunnu halda vetrarsteðg á einum sjeynda plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Seinnapartin leiktu Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted seinasta dystin í hesum kalendaraárinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

TMS Ringsted tók á heimavølli móti Roskilde.

 

Tað eydnaðist Ringsted at vinna ein tepran 20-19 sigur. Í steðginum var Ringsted á odda 12-10.

 

Lív skoraði tvey mál í dagsins dysti.

 

Ringsted kann halda vetrarsteðg á einum sjeynda plássi í deildini við 10 stigum fyri 11 dystir. Aftaná fimm dystir hevði Ringsted einki stig, so gongdin hevur verið góð í seinastuni við fimm sigrum og bert einum tapi í teimum seinastu seks dystunum.

 

Ringsted spælir dyst aftur 14. januar á útivølli móti Aalborg HK.