Liva lívið í skergarðinum

Á bátaferð í Noregi verða allir gerandistrupulleikar lagdir aftur um bak. Tíðin stendur at kalla í stað, meðan bátarnir stillisliga damla í skergarðinum. Og skal metast eftir teimum ferðandi, er hetta ein hin besta upplivingin, sum hugsast kann

BÁTAFERÐ

Fyri tveimum árum síðani fór eitt føroyskt ferðalag í øvugtu slóðum víkinganna. 10 føroyskir bátaeigarar við familju fóru til Noregs, har tey í tvær vikur stimaðu runt í norska skergarðinum. Miðjað varð ikki eftir nøkrum serligum. Bara tað at lata tíðina ganga sína egnu gongd, meðan lívsnjótanin stóð ovast á skránni, var sjálvt endamálið við ferðini.
Somikið væl eydnaðist, at leiðin aftur í ár gongur til Noregs. Hesa ferð við meira enn tvífaldaðari manning.

Byrjaði sum tos
Alt byrjaði í hølunum hjá Bátafelagnum í Vágsbotni, greiðir Jákup Strøm, sum er ein av fyrireikarunum, frá.
- Summir av limunum høvdu hvør í sínum lagi verið á slíkari ferð, og spakuliga tók tosið seg upp, um tað ikki kundi verið stuttligt at skipað fyri eini felags ferð yvir til Noregs.
- Tosið bara vant upp á seg, og áðrenn vit vistu av, so vóru vit eini tíggju, sum veruliga ætlaðu at gera álvara av ferðini.
Tað er tó ikki bert løtuverk at fara undir slíka ferð. Longu væl undan fráferðini verður farið í holt við at gera bátarnar klárar. Teir skulu jú bæði vera snøggir á at líta, eins og alt tað tekniska skal vera 100% í lagi.
Umframt hetta við bátunum, so er tað sjálvandi eisini sjálv skipanin av ferðini. Heldur enn sjálvir at sigla til Noregs, so varð valt at lata Norrønu føra bátarnar yvir, soleiðis at sum minst av tíð varð nýtt til ferðing aftur og fram, og hetta krevur eitt sindur meira enn bert tað at bíleggja atgongumerkini.
- Tað skal jú eitt sindur til, tá tíggju bátar soleiðis skulu flytast í einum, men tíbetur kann eg siga, at vit møttu stórari vælvild frá Smyril-Line í hesum. Bæði í fíggjarligum og ikki minst í praktiskum treytum.
- Teir fingu til vega nakrar av hesum vognunum, sum bingjur verða fluttar á, og tað einasta, sum vit so skuldu gera, var at syrgja fyri, at bátarnir stóðu væl undir ferðini.
- Hartil, so komu sjálvsagt eisini øll onnur praktisk viðurskifti, sum gera seg galdandi á slíkari ferð. Vit kunnaðu okkum um, hvussu tryggingarviðurskiftini vóru, tá farast skuldi avstað, umframt at vit eisini máttu kannað, hvørjar treytir vóru galdandi í Noreg.
- Tað er nevnliga so, at teir hava nøkur heilt greið krøv um, hvussu tú skalt vera útgjørdur, tá tú siglir í norska skergarðinum. Fyrst og fremst, so mást tú hava eitt kort yvir økið, og tað er so undir øllum umstøðum skilagott, tí lætt er at villast í stórbæra umhvørvinum. Umframt hetta ? og umframt tey krøv um standin á bátinum, sum eisini skulu lúkast her heima ? so hava tey eisini eitt krav um nýtslu av bjargingarvestum. Har skulu øll vera í bjargingarvestum, tá siglt verður, og fyri mítt viðkomandi kann eg bara siga, at hetta eisini átti at verið sjálvsagt í Føroyum, heldur hann.

Ymsar upplivingar
Um sjálva ferðina, sum tá varð gjørd, heldur Jákup, at hetta var ein uppliving av teimum heilt stóru.
- Tað besta við sjálvari ferðini var kanska tað, at vit sum so ikki høvdu gjørt nakað av undan fráferðini úr Føroyum. Einasta fasta málið var ein bátaregatta á Skudenæs Havn í Karmøy, har ein báta-regatta skuldi verða. Restina av ferðini løgdu vit til rættis soleiðis dag um dag, og tað gjørdi, at alt gjørdist so nógv meira róligt.
- Summar dagar sigldu vit heilt nógv, soleiðis at kanska hálvi dagurin fór bara við sigling. Aðrar tóku vit okkum meira av løttum, og uppaftur aðrir vórðu nýttir at ganga í norsku náttúruni, har vit millum annað vóru uppi á kenda Prædikustólinum, sum er eitt 600 metra høgt forberg.
Í alt vardi ferðin tvær vikur, og tað merkti so sjálvsagt, at tíð var at vitja nógva ymsa staðni, soleiðis at øll fingu nakað í sín lut, heldur enn at ferðin bert varð gjørd til at nøkta tørvin hjá einstøkum pørtum av ferðalagnum.

Samveran
Tá tosið soleiðis gongur um ferðina, sum tá varð gjørd, er skjótt at staðfesta, at hetta var meira enn ein vanlig ferð. Brennandi áhugin hjá frásøgumanninum, meðan vit hyggja at upptøkum og myndum frá ferðini, sigur alt um, at hetta var nakað heilt serligt.
- Um tú biðjur meg siga frá, hvat var tað besta við ferðini, so er tað nærum ógjørligt at siga. Tað er øll ferðin sum heild, og ikki minst tann sosiali parturin av hesum.
- Alt byrjar jú longu, meðan vit rigga okkum til at fara. At ganga niðri í Álakeri og gera bátin til. Reypa eitt sindur um, hvør hevur gjørt hvat og soleiðis.
- Og so ikki at gloyma, hvussu samveran var á sjálvari ferðini. Vit vóru akkurát sum ein stór familja, sum endiliga var savnað. Har vóru fólk í øllum aldursbólkum og av øllum slag. Bátarnir vóru líka ymiskir sum fólkini. Frá føroyskum átta-mannaførum við pressending um dekkið, til stásiligar glastrevjabátar við øllum nýmótans hentleikum.
- Hetta, at vit vóru so ymiskt, gjørdi kanska eisini, at eingin dagur var tann sami. Fyri at siga tað bart út, so nutu vit bara lívið, og tóku dagarnar, sum teir komu. Rætt og slætt hevði tú av og á trupult at halda skil á døgunum, tí eingin hugsaði um tíðina. Øðrvísi dugi eg ikki at siga tað. Børnini vóru í Tivoli, vit vóru gongutúrar í bæði fjøllum og býum. Onkur kvøld høvdu vit ?dans på bryggan?, aðrar tíðir grillaðu vit, og soleiðis kundi eg hildið áfram. Tað var eingin einstøk hending, sum gjørdi ferðina góða. Hon var bara góð, øll sum hon var.
Og at hetta er galdandi fyri ferðalagið sum heild, er heldur einki at ivast í. Um jóltíðir sama árið varð gjørt av at hava eitt felags hugnakvøld, og her møttust heili 28 av teimum 33, sum vóru við á ferðini, at skifta um myndir, tosa um ferðaminni og annars bara hugna sær saman.

Sjónvarpið lokkaði
Hendan ferðin varð gjørd í 2000, og alt í alt var hetta somikið væl eydnað, at tað rættiliga skjótt stóð greitt, at hetta so avgjørt ikki var seinasta ferðin av hesum slag.
Ikki minst tað, at partur av ferðalagnum hevði røtur sjónvarpsumhvørvinum, var viðvirkandi til, at tosið í Bátafelagnum aftur fór at snúgva seg um Noreg. Bjarnheðin í Hoyvík, sum jú hevur staðið fyri nógvum upptøkum í SvF, hevði sjálvsagt myndatólið við á ferðini, og á várið 2001 kundu hyggjarar kring landið við egnum eygum staðfesta, hvussu væleydnað ferðin hjá hesum nýggju víkingum hevði verið.
- Niðri í bátafelagnum tosaðu vit sjálvandi óført um ferðina. Reypaðu kanska eisini eitt sindur, soleiðis at øll skuldu skilja, hvussu góð ferðin hevði verið, og eftir at sjónvarpssendingin eisini hevði verið, gjørdist áhugin fyri eini endurtøku heilt stórur, greiðir Jákup frá.
- Tað sigur kanska eitt sindur um tað heila, at av teimum tíggju bátunum, sum vóru við fyrru ferðina, søgdu níggju alt fyri eitt, at tey vildu við aftur, og harafturat komu fleiri onnur, soleiðis at vit hesa ferðina verða 23 bátar, sum fara avstað.
- At ferðalagið er somikið stórt, hevur tó ikki bara verið til tað betra. Eitt nú fingu vit nakað av trupulleikum, tá vit hesa ferð tosaðu við Smyril-Line. Snøgt sagt, so sóu teir seg ikki førar fyri at sigla so nógvar bátar yvir, men við vælvild frá teimum og við nakað av hjálp aðra staðni frá, er hetta so kortini komið í rættlag
- Afturat hesum er so komið arbeiðið við at kunna luttakararnar um, hvussu alt fyriferst á ferðini. Krøvini, sum verða sett o.s.fr. Í stuttum alt tað, sum skal til, tá tú fyrireikar eina bólkaferð.
Nú er alt hetta tó fingið frá hondini. Bátarnir eru riggaðir til, og fyrst í juli mánaði verður aftur lagt til brots. Tá skal norski skergarðurin enn einaferð hertakast av føroyskum bátum, og hesa ferð er liðið enn betri mannað, enn tað var seinast.