Livandi tónleikur átta tímar út í eitt

Í morgin verður eitt serligt tiltak í Nólsoy, tá skipað verður fyri Maggies Music Marathon.

- Man kann vænta tónleik frá klokkan 14 til 22. Tað verður livandi tónleikur av alskyns slag í átta tímar út í eitt. Sjálvandi verður eisini matur og drekka afturvið til teirra, ið ynskja tað, sigur Terji Rasmussen, ið skipar fyri tiltakinum.


Tiltakið er í samstarv við Summartónar hjá Kristian Blak. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri einum líknandi tiltaki, og eftir ætlan verður talan um eitt afturvendandi tiltak.


Nøvnini higartil eru: Ragnar Finsson, Konni Kass, Spælimenninir í Nólsoy, Janus á Húsagarði, Uni Debess, Holgar, Sandy Brechin, Margreta á Rógvu, Spælimenninir hjá Kristian, Jóan Jakku Guttesen og Terji Rasmussen.