Livar Nysted og hinir umborð á bátinum tRIO er nú komin hálva leið á teininum úr Australia til Mauritius. Teir hava brúkt ein mánað um at rógva slakar 3.100 kilometrar, sum er á leið helvtin av teininum. Livar og teir rógva ikki stytsta teinin í beinari linju, men gjørdu teir tað, var helvtin av teininum 2.930 kilometrar. Nú teir hava róð umleið 3.100 kilometrar, má roknast við, at teir hava róð minst hevltina av teininum.