Livar og teir komnir út á hav

Tað gongur skjótt fyri seg hjá Liva Nysted og hinum, sum í dag fóru undir at rógva teinin úr New York í Amerika til Falmouth í Ongland. Fyri at sláa 105 ára gamla metið skulu teir klára hetta undir 55 dagar. Bátur og manning hava fingið eina góða byrjan - longu nú eru teir lagt somikið av sjógvi afturum seg at teir eru komnir út at opna havið. Myndin vísir gongdina higartil. Klokkan 14:00 fóru teir avstað, og klokkan 19:00, einans fimm tímar seinni eru teir komnir framvið inngongdina til New York og arðar havnarbýir har á leiðini. Hetta sæst á heimasíðuni www.trip.fo

Livar Nysted var annars sera varin áðrenn fráferð og segði, at tað kundi taka nógva tíð at koma leysur frá landi. Tó hevur tað víst seg, at higartil hevur tað gingið væl. Úti á opnum havi veitst tú ongantíð, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Trupulleikarnir, ið standast upp umborð, mugu eisini loysast umborð.

Teir hava roynt at vart seg fyri hugsandi trupulleikum, eitt nú við at hava eyka árar við, eitt nú greiðir til at fiksa rórðið við, um tað skuldi farið.