BRAGD: - Veðrið er av tí allar fagrasta, og eitt lítið lot av ymsum ættum.
Soleiðis ljóða boðini frá hvannasundsmanninum, Livari Nysted, sum fyrrapartin hálaði drívakkerið upp og settist aftur við árarnar at rógva umborð á tí 8,8 metrar langa bátinum tRIO.
Hann og tveir aðrir mans hava sett sær fyri at rógva teir 6500 kilometrarnar tvørtur um Indiska Havið úr Australia til Port Luis á oynni Mauritius.
Sum vituligt er, gongur alt ikki altíð eins væl og ætlað á slíkum longum teinum. Seinastu dagarnar hava teir havt trupult við at gera streym, tí teir fingu ikki løtt battarí'ini eins og ætlað. Men henda avbjóðingin er nú fingin frá hond.
Sambært tí sum Livar upplýsti í morgun, hava teir tosað við teknikkarar í landi. Líkt til at teirra ráð hava verið at gagni, tí nú fáa teir aftur løtt battarí'ini. Og so var einki at bíða við.
- Tað gongur væl hjá okkum, og lagið er gott umborð, sigur Livar í stuttum práti við heimasíðuna trip.fo, har til ber at fylgja við ferðini. Teir lata heilsa øllum í landi.
Gongur soleiðis sum teir ætla, fara teir at verða komnir so langt miðskeiðis í næstu viku, at teir kunnu seta hol á seinastu 1000 kilometrarnar. Komandi dagarnar fáa teir vindin eystan eftir, 5 til 15 m/s.