Seinna hálvfinalan í Champions League ímillum AS Roma og Liverpool varð spæld á Stadio Olimpico í Rom í kvøld. Liverpool hevði vunnið sær frálíkt útgangsstøði við 5-2-sigri á Anfield í fyrru hálvfinaluni, men AS Roma hevur áður prógvað, at teir megna at venda einum dysti – tað gjørdu teir í fjórðingsfinaluni, har teir eisini vóru aftanfyri við trimum málum ímóti FC Barcelona.
AS Roma royndi frá dystarbyrjan at leggja trýst á og skapti sær eisini onkra rímiliga góða støðu, men tað kom, sum óttast var fyri, at kosta í hinum endanum ímóti kviku kontramaskinuni hjá Liverpool. Ein skeiv sending varð revsað alt fyri eitt, og so hevði Sadio Mané lagt Liverpool á odda longu eftir smáum 10 minuttum.
Nú var setningurin hjá heimaliðnum nær um ómøguligur – nevniliga minst fimm mál – men eftir einum korteri birtist aftur ein lítil vón, tá ið Dejan Lovren royndi at rudda burt úr egnum brotsteigi, men heldur rakti James Milner, og umvegis høvdið á honum endaði bólturin í egnum máli, soleiðis at tað nú stóð á jøvnum 1-1.
Dyrnar stóðu ikki leingi gloppaðar fyri AS Roma, tí tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, var Georginio Wijnaldum á blettinum, og við sínum fyrsta útivallarmáli í Liverpool-blusuni legði hann gestirnar á odda 2-1. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
AS Roma fekk eina ynskiliga byrjan upp á seinna hálvleik, tí longu eftir sjey minuttum hevði bosniski málrevurin, Edin Džeko, javnað til 2-2. Heimaliðið royndi at halda fram við at trýsta, men tað gekk striltið at spæla seg til góðar málmøguleikar og at fáa bóltin framvið Loris Karius í Liverpool-málinum.
Fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað tó. Tað var stríðsmaðurin á miðvøllinum, Radja Nainggolan, sum legði AS Roma á odda 3-2. AS Roma hevði framvegis brúk fyri tveimum málum, og í yvirtíðini fingu teir eitt afturat, tá ið teir fingu tillutað brotsspark. Radja Nainggolan umsetti tað til mál, og so var 4-2 til AS Roma.
Tíðin var ov knøpp hjá AS Roma, tí fá sekund seinni floytaði dómarin, Damir Skomina, dystin av. Tað endaði 4-2 til AS Roma, og við samlaðum 7-6-sigri hevur Liverpool nú spælt seg í Champions League-finaluna, sum teir spæla ímóti Real Madrid tann 26. mai á NSC Olimpiyskiy Stadium í Kiev, Ukreina.
AS Roma – Liverpool 4-2 (1-2) – samanlagt 6-7
0-1: Sadio Mané, 9.
1-1: James Milner, 15. (sjálvmál)
1-2: Georginio Wijnaldum, 25.
2-2: Edin Džeko, 52.
3-2: Radja Nainggolan, 86.
4-2: Radja Nainggolan, 93.