Liverpool fyribils oddalið í Onglandi

Liverpool er fyribils oddalið í Premier League, eftir at teir í kvøld vunnu 3-1 á Bolton. Chelsea vann somuleiðis 3-1 og felags fyri bæði liðini var, at summarkeyp skoraðu. Tað kom illa við hjá Chelsea, at Didier Drogba mátti berast av vøllinum eftir harðan samanstoyt.

Liverpool tók á Anfield móti Bolton, sum hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið. Longu aftaná eitt korter legði Jordan Henderson Liverpool á odda við góðum skoti. Sutt inn í seinna hálvleik økti innskifti Martin Skrtel eftir horna. Tað var eftir gott hornaspark frá Charlie Adam. Skotin økti sjálvur til 3-0 við skoti uttanfyri brotsteigin minuttin eftir.

Bolton minkaði um munin í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Jamie Carragher var óansin og tað endaði við at Ivan Klasnic lættliga kundi pynta upp á úrslitið. Fyri Liverpool merkir sigurin, at teir fyribils liggja nummar eitt í Premier League. Bæði Manchester liðini kunnu í morgin yvirhála Liverpool.

Chelsea legði hart út í heimadystinum móti uppflytarunum úr Norwich. José Bosingwa smekkaði til úti frá aftaná seks minuttir og so var 1-0. Tá ein tími var farin fór Chelsea málverjin, Henrique Hilario, skeivur av bóltinum og so kundi Grant Holt javna fyri Norwich.

Eins og í seinasta heimadystinum, so kom Chelsea ikki á odda fyrr enn 82 minuttir vóru farnir av dystinum. Hesa ferð var talan um brotsspark, ið Frank Lampard skoraði trygt upp á. Juan Mata er nýggjur maður á Chelsea liðnum og innskifti spaniólin skoraði eisini á síni debut. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftur at, revsaði hann Norwich verjuna, tá hon var óansin og skoraði til endaliga úrslitið 3-1.

Einasti uppflytarin, ið fekk stig í hesum umfarinum var Swansea, ið spældi málleysan javnleik móti Sunderland. QPR tapti 2-0 á útivølli móti Wigan. Everton vann 1-0 á Blackburn, ið tykist verða í fríum falli. Aston Villa og Wolverhampton spældu málleysan javnleik í grannauppgerð á Villa Park.

Premier League:

Aston Villa – Wolverhampton 0-0 (0-0)

Wigan – QPR 2-0 (1-0)

1-0 Franco Di Santo, 41

2-0 Franco Di Santo , 66

Blackburn – Everton 0-1 (0-0)

0-1 Mikel Arteta, 90

Chelsea – Norwich 3-1 (1-0)

1-0 José Bosingwa, 6

1-1 Grant Holt, 63

2-1 Frank Lampard, 82 br

3-1 Juan Mata, 90

Swansea – Sunderland 0-0 (0-0)

Liverpool – Bolton 3-1 (1-0)

1-0 Jordan Henderson, 15

2-0 Martin Skrtel, 52

3-0 Charlie Adam, 53

3-1 Ivan Klasnic, 90