Liverpool heldur fast í Coutinho

Hóast leysasøgur seinastu dagarnar, so er Philippe Coutinho framvegis í Liverpool

Bæði lokalar keldur í Liverpool og kendur viðmerkjari við góðum sambandi í Spania avsanna, at Philippe Coutinho er ávegis at skifta frá Liverpool til FC Barcelona. Tað siga leysa søgurnar annars.

 

Les eisini: Hesir skulu avloysa Neymar

 

Tað sendi ein skelk gjøgnum fótbóltsheimin, tá Paris Saint-Germain keypti Neymar Jr fyri 1,65 milliardir krónur frá FC Barcelona. Katalanska felagið hevur í eini roynd at finna ein avloysara vent eyguni móti Philippe Coutinho hjá Liverpool.

 

Fyrr í vikuni ljóðaði, at landsmaðurin hjá Neymar í Liverpool hevði gjørt sáttmála við FC Barcelona, meðan umboð fyri felagið vóru í Bretlandi og tingaðust um prísin. Jurgen Klopp, venjari, og Liverpool hava allatíð avsannað, at ein søla er upp á tal.

 

Guillem Balague, sum millum annað arbeiðir fyri Sky Sports, hevur á Twitter boðað frá, at hann hansara keldir siga, at einki samband hevur verið millum FC Barcelona og Liverpool, síðani fyrr í summar, tá katalanska felagið kom við einum boðið upp á brasilska miðvallaran.

 

Tað hevur eisini ljóðað, at Philippe Coutinho ikki ynskir at venja við felagnum í løtuni, men hetta verður eisini avsannað. Tó skal Philippe Coutinho hava sagt, at hann er sinnaður at skifta til Barcelona, men bara um feløgini kunnu blíva samd sína millum.

 

Hann gjørdi í januar nýggja langtíðarsáttmála við Liverpool, sum ikki hevur fyri neyðini at selja av fíggjarligum orsøkum. Eisini er Adam Lallana skaddur í upp til fleiri mánaðir, so tað tykist í løtuni ósannlíkt, at Philippe Coutinho verður avloysarin hjá Neymar í ár. Men eitt nú fyrrverandi verjuspælarin hjá Liverpool, Jamie Carragher, væntar at hann skiftur komandi ár.

 

Bæði týskir og spanskir miðlar skriva, at FC Barcelona tingast við Borussia Dortmund um 20 ára gamla dribblisterka fraklendingin, Ousmane Dembélé.