Liverpool heldur fast í teimum ungu

Premier League: Tað bleiv ikki til Timo Werner, men nú satsar felagið upp á egnar ungar spælarar

Liverpool er enskur meistari á fyrsta sinni í 30 ár, men tað merkir ikki at felagið ikki er rakt av koronakreppuni. Liverpool var leingi fremst í røðini eftir væl lýdda Timo Werner, sum síðani endaði í Chelsea. Nú verður álit sett á teir ungu í felagnum.

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, segði eftir skiftið hjá Timo Werner til Cheslea, at tað var avbjóðandi at keypa ein nýggjan spælara við høgum lønarkrøvum, tá vandi er fyri at allir spælararnir í Liverpool mugu niður í løn, tí inntøkurnar minka í samband koronakreppuna. Eitt nú sleppa áskoðarar ikki til dyst enn.

Nú hevur felagið hinvegin longt sáttmálan við bæði Harvey Elliot og Curtis Jones. Harvey Elliot er 17 ára gamal og kom til felagið frá Fulham í fjør. Hóast sín unga aldur hevur hann longu spælt átta dystir fyri Liverpool.

Hin er 19 ára gamli Curtis Jones, sum so seinast sum sunnudagin skoraði sítt fyrsta mál í Premier League, og undan tí hevur skorað fyri besta liðið í steypakapping. Teir hava báðir gjørt langtíðarsáttmálar.

- Vit ynskja at verða felagið, har øll við eini scousersál vilja spæla. Um tú ert evnaríkur og til reiðar at arbeiða hart, so vilja vit gjarna hava teg her. Skal tað eydnast, so mugu vit vísa at tað er ein vegur til fyrsta liðið, sigur Jurgen Klopp við heimasíðuna hjá Liverpool og leggur afturat:

- Eg eri ótrúliga fegin um, at hesir ungu spælararnir hava bundið seg til felagið í framtíðini. Okkara akademi hevur framleitt nakrar framúr spælarar seinnu árini, sigur Jugren Klopp.

1Liverpool33292272:2589
2Manch.City33213981:3466
3Leicester33177963:3158
4Chelsea331761060:4457
5Manch.Utd331510856:3355
6Wolves331313745:3652
7Arsenal331213849:4149
8Tottenham331391152:4448
9Sheffield Utd331212934:3348
10Burnley331371337:4646
11Everton331281340:4844
12Newcastle3311101235:4543
13Southampton331341642:5543
14Crystal Palace331191328:4042
15Brighton338121335:4436
16West Ham33871840:5831
17Watford336101729:5228
18Aston Villa33762036:6227
19Bournemouth33762032:5927
20Norwich33562225:6121