Liverpool hevur selt liðskipara til Saudiarabia

Premier League: Jordan Henderson hevur verið mælskur um eitt nú LGBT og viðurskiftini í Katar

Liverpool hevur selt liðskiparan, Jordan Henderson, til Al-Ettifaq í Saudiarabia. Skiftið hevur skapt nógv kjak, tí Jordan Henderson hevur verið mælskur í stríðnum fyri LGBT og eisini í samband við viðurskiftini í Katar, tá HM-endaspælið var har.

 

Tí vekjur tað undran, at 33 ára gamli miðvallarin nú letur seg lokka av nógvu pengunum í Saudiarabia, sum eru í umferð í løtuni. Venjari hjá Al-Ettifaq er ein annar fyrrverandi liðskipari hjá Liverpool, legendan Steven Gerrard.

 

Søgan í bretskum miðlum og hjá ítróttartíðindafólki er, at Liverpool fær um 100 milliónir krónur fyri Jordan Henderson. Miðvallarin sigst fáa eina løn, sum er tann hægsta, ið ein enskur fótbóltsspælari nakrantíð hevur fingið. Nevnt verður alt millum tríggjar til seks milliónir krónur um vikuna. Tað er eisini ivasamt, um hann skal rinda nakran skatt av upphæddini.

 

Hann er bara ein av fleiri spælarum, sum hava skift til Saudiarabia í seinatuni. Kendasta dømi er Cristiano Ronaldo. Saudiarabia hevur gjørt eitt stórt inntriv í altjóða ítrótt og keypt millum annað fótbóltsfelagið Newcastle og alla golfítróttina sum hon er.

 

Málið nú er at skapa eina fótbóltsdeild, sum skal kappast við Premier League, um at verða tann besta í heiminum. Tað verður nokk ikki við Jordan Henderson á miðjuni, at Saudiarabia vinnur seg fram sum besta kappingini í heiminum, men tað er ein sýmbolikkur í at keypa liðskiparan hjá Liverpool, sum hevur verið so kritiskur um umstrídd viðurskifti í Miðeystri.

 

Jordan Henderson hevur spælt í Liverpool í 12 ár. Hann hevur sum liðskipari vunnið øll steypini, sum kunnu vinnast á ovastu rók. Premier League, Champions League, FA Cup, Liga Cup, Stórsteypadystin, UEFA Super Cup og FIFA World Club Cup. Hann spældi 492 dystir fyri Liverpool.