Liverpool kann eisini uttan Salah og Mané

Premier League: Liverpool fann málið uttan toppskjútarnar, og hvør er Jack Harrison?

Tveir dystir hava verið í Premier League í dag. Liverpool vann 3-0 á Brentford, meðan Jack Harrison skoraði hattrik fyri Leeds í 3-2 sigrinum á West Ham.Grannauppgerðin millum Arsenal og Tottenham er útsett.

 

Liverpool fann ikki málið í Liga Cup hálvfinaluni móti Arsenal uttan Mohamed Salah og Sadio Mané, ið eru til afrikanska meistaraheitið, har teir hava skorað eitt mál í part. Tí var ikki vist, at Liverpool fór at fáa lætt spæl móti uppflytarunum úr Brenford í dag.

 

Eftir greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, fekk Liverpool løn fyri stríðið beint fyri hálvleik, tá Fabinho skoraði eftir hornaspark. Í seinna hálvleiki øktu Alex Oxlade-Chamberlain og Takumi Minamino til úrslitið 3-0. Teir eru tveir av teimum, sum skulu avloysa afrikansku stjørnurnar.

 

Í London vann Leeds 3-2 á West Ham. Stóra navnið á vøllinum var Jack Harrison, sum skoraði sítt fyrsta hattrik í Premier league. Hetta er ein dyggur smeitur fyri West Ham, sum er við í stríðnum um at koma í Champions League til komandi kappingarár. Tað hevði verið eitt stórt fyri West Ham.

 

Nú klokkan 16 skuldi verið grannauppgerð millum Arsenal og Tottenham, men Arsenal hevur fingið viðhald í sínum ynski, um at fáa dystin útsettan orsaka av koronu, skaðum og at spælarar eru í Afrika. Hetta er onnur feløg ikki serliga glað fyri.

 

1Man City22182254:1356
2Liverpool21136255:1845
3Chelsea22127345:1743
4West Ham22114741:3037
5Arsenal20112733:2535
6Tottenham18103523:2033
7Man Utd2095632:2932
8Wolves2094717:1531
9Brighton20610421:2128
10Leicester1874731:3325
11Crystal Palace2159730:3124
12Southampton2159725:3324
13Aston Villa20721127:3223
14Brentford21651024:3323
15Leeds2057824:3922
16Everton19541024:3419
17Watford19421323:3714
18Norwich City21341410:4513
19Newcastle20191020:4312
20Burnley1718816:2711