Liverpool misnýtti møguleikan

Liverpool kundi við einum sigri yvirhálað Arsenal á triðja plássi, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin afturum danska Thomas Sørensen í Aston Villa-málinum. Dysturin endaði 0-0, og úrslitið sjálvt afturspeglar kanska sjálvan dystin. Lítið skipað spæla við fáum málmøguleikum.

 

Arsenal kann nú við einum sigri á Everton seinni í dag økja um stigarmunin til fýra stig.