Liverpool og Arsenal á slóðina aftur

Chelsea heldur tann góða formin undir tí nýggja venjaranum, Guus Hiddink. Suðuri í Portsmouth tryggjaði Didier Drogba enn einaferð London-liðnum øll trý stigini. Sigursmálið fall tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Liverpool kom á slóðina aftur, og kom tað óivað serliga væl við hjá venjaranum, Rafael Benitez, sum hevur kent eitt stórt trýst á sær tær seinastu vikurnar. Liverpool vann 2-0 á Sunderland. David N´Gog setti á Liverpool á sigurskós, tíðliga í 2. hálvleiki, løtu seinni staðfesti Yossi Benayoun sigurin.

 

Danski framherjin hjá Arsenal, Nicklas Bendtner hevur verið ein tann mest útskeldaði fótbóltsspælarin í Onglandi seinastu vikurnar. Bendtner hevur brent illa, men í kvøld var tann danska kanónin innstillað. Niklas Bendtner skoraði tvey mál í 3-1 sigrinum hjá Arsenal ímóti West Bromwich á The Hawthorns leikvøllinum í Birmingham.

 

Chelsea og Liverpool eru nú 4 stig aftanfyri Manchester United. Manchester United hevur tó spælt tveir dystir minni, enn Chelsea og Liverpool. Í annaðkvøld spælir United ímóti Newcastle á útivølli.

 

Úrslitini í kvøld :

 

 

Portsmouth - Chelsea 0-1 (0-0)

 

0-1 Didier Drogba (79 min.)

 

West Bromwich - Arsenal 1-3 (1-3)

 

0-1 Niklas Bendtner (4. min)

1-1 Chris Bunt (7. min)

1-2 Kolo Toure (38. min)

1-3 Niklas Bendtner (44. min)

 

Liverpool - Portsmouth 2-0 (0-0)

 

1-0 David N´Gog (52. min)

2-0 Yossi Benayoun (65. min)