Liverpool slapp við skrekkinum og er í finaluni

Champions League: Villarreal var um reppið at koppa Liverpool

Liverpool hevur í kvøld vunnið seg í Champions League finaluna, fyri triðju ferð upp á fimm ár. Tað stóð nógv á í hálvleikinum, tí Villarreal var á odda 2-0 í dystinum, men í seinna hálvleiki skoraði Liverpool tríggjar ferðir.

 

Villarreal (0)-(2) Liverpool 2-3 (Liverpool vinnur samanlagt 5-2)

 

Gestirnir úr Beatles býnum vóru favorittar eftir 2-0 sigurin í fyrru hálvfinaluni, men longu aftaná tríggjar minuttir skoraði Boulaye Dia fyri heimaliðið. Tað setti gongd í áskoðararnar hjá Villarreal og aftaná 40 góðar minuttir kundi Francis Coquelin skora til 2-0, og harvið útjavna leiðsluna hjá Liverpool.

 

Liverpool slapp við skrekkinum, tá Villarreal vildi hava brotsspark. Málverjin hjá Liverpool kom út úr málinum og bjargaði, men hevði støðan háttað eitt sindur øðrvísi, so kundi helst verið bæði brotsspark og reytt kort.

 

Í hálvleikinum skifti Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, Luis Díaz, inn. Nýinnkeypti vongurin úr Kolumbia spældi sum ein eingil og var ein av høvðusorsøkunum til, at Liverpool vendi dystinum.

 

Fyrst skoraði Fabinho eftir ein stórt trýst frá Liverpool, men málverjin skuldi havt bjargað. Løtu seinni økti innskifti Luis Díaz og Sadio Mané setti punktum eitt korter fyri tíð. Liverpool skal møta Real Madrid ella Manchester City í finaluni.