Liverpool tók av møguleikanum

Premier League: Manchester City setti ein tjúkka striku undir komandi meistaraheiti, meðan Liverpool tók av gávuni frá “Big Sam”

Í gár var aftur Premier League fótbóltur á skránni, eftir tvær vikur við landsliðsfótbólti. Størsti skelkurin kom á Stamford Bridge, har West Bromwich undir leiðslu av Sam Allerdyce, vann heili 5-2 á Chelsea. Liverpool takkaði fyri Champions League stríðnum, meðan Manchester City verður meistari.

Manchester City setti eina tjúkka strikuna undir, at felagið fer at vinna meistaraheitið, tá teir vunnu útidystin móti Leicester City, ið er á triðja plássi. Tað var tann so nógv skaddi vinstri bakkurin, Benjamin Mendy, sum legði gestirnar á odda. Gabriel Jesus setti punktum við máli til 2-0.

Fyrsti dysturin í gjár var á Stamford Bridge. Chelsea var stórfavorittur at vinna á West Bromwich, sum er í stórum niðurflytingarvanda. Tað var eisini Chelsea, sum kom á odda við máli frá Christian Pulisic, men so vendi alt á høvdið.

Fyrst fekk brasilski miverjin hjá Chelsea, Thiago Silva, sítt seinna gula kort, og í minuttunum fyri hálvleik skoraði WBA tvær ferðir. Í seinna hálvleiki øktu gestirnir til 4-1, áðrenn Mason Mount minkaði um munin. Big Sam kundi tó smílast, áðrenn dómarin bríkslaði av, tí Callum Robinson tyggjaði sigurin við máli til 5-2.

Hetta gav Liverpool ein møguleika at koma upp í Champions League stríðið aftur, og verandi meistararnir tóku av. Liverpool vann sannførandi 3-0 á útivølli móti Arsenal. Innskifti Diogo Jota skoraði tvær ferðir, meðan Mohamed Salah eisini fekk eitt. Hann er nú toppskjútti við 18 málum. Liverpool er nú tvey stig aftanfyri Chelsea, sum er á fjórða plássi.

Leeds United vann eisini 2-1 á Sheffield United. Leeds liggur mitt á stigatalvuni, meðan Sheffield United er niðast og flytur niður.

1Man City31235366:2174
2Man Utd29169456:3257
3Leicester30175853:3456
4Chelsea30149746:3051
5Liverpool30147951:3649
6West Ham29147845:3549
7Tottenham29146949:3048
8Everton281441040:3746
9Arsenal301261240:3542
10Leeds301331447:4842
11Aston Villa281251139:3041
12Crystal Palace291071231:4737
13Southampton301061439:5336
14Wolves29981228:3835
15Burnley30891324:4033
16Brighton297111132:3632
17Newcastle29771528:4828
18Fulham305111423:3826
19WBA30491725:5921
20Sheffield Utd30422417:5214