Longu eftir fýra minuttum fekk Liverpool eitt brotspark, og tað tók Steven Gerrard sær av. Fyrst brendi hann, men bólturin stakk til hann aftur, og so var Liverpool á odda og á veg víðari úr bólkaspælinum. Liverpool skuldi fáa trý mál afturat í dystinum-eitt áðrenn hálvleik og tvey í øðrum hálvleiki.
Liverpool sigurin var ongantíð í vanda, og tá Fernando Torres í 11. minutti økti til 2-0 varð bara ein vegur. Um nakar sum helst ivi skuldi havt stungið seg upp, um hvønn veg sigurin fór, var hesin sløktur, tá Dirk Kuyt stutt eftir steðgin kundi økja til 3-0.
Heilt móti endanum kundi ein ungur og sera skjótur Ryan Babel spurta frá allari Marseille verjuni og sláa sigurin fastan við tólv-tumma seymi. 4-0 til Liverpool á útivølli, og tað merkir at teir við sigrinum komu víðari til ?knock-out? umførini av Champions League.
Rosenborg ov stuttir
Rosenborg vóru á truplari uppgávu á útivølli í Týsklandi, har teir skuldu hava stig við sær frá Schalke, um teimum skuldu eydnast at koma víðari. Hetta gekk ikki sum ætlað, og verður tað tí heimaliðið Schalke, ið fer saman við enska Chelsea, víðari úr bólkinum. Schalke vann 3-1.
Real Madrid
Ein kanska meira kendur gestur í ?knock-out? umførunum er kongaliga spanska felagið Real Madrid, og aftur hesa ferð megnaðu teir at koma víðari millum 16 tey bestu.
Í sínum síðsta dysti vunnu teir sannførandi 3-1 móti italska Lazio, og tað merkir so at Olympiakos úr Grikkalandi, eisini komu millum ?fína selskapið?.