Liverpool vann aftur upp á brotsspørk

FA Cup: Liverpool hevur í dag vunnið aðru steypakappingina í ár

Liverpool hevur í kvøld vunnið størru ensku steypakappingina, FA Cup. Eins og í minnu steypakappingini, Liga Cup, so vann Liverpool á Chelsea eftir brotssparkskapping.

 

Liverpool hevði munin frá byrjan og skuldi helst hava lagt seg á odda, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki vendi gongdin. Mohamed Salah mátti út við skaða og Chelsea hevði størru málmøguleikarnar og skuldi havt skorað.

 

Í seinna hálvleiki var tað umvent. Chelsea var omaná frá byrjan, meðan Liverpool át seg inn í dystin. Tað endaði malleyst og longdaleiktíðin var ikki eins ferðmikil og hendingarík. Bæði liðini gjørdu nakrar útskiftingar og helst kom Chelsea betri frá tí.

 

Í brotssparkskappingini brendi innskifti Cesar Azpilicueta í aðru royndini hjá Chelsea. Sadio Mané fekk møguleikan at avgera alt við fimta brotssparkinum, men landsmaðurin úr Senegal í málinum hjá Chelsea, Edouard Mendy, bjargaði.

 

Alisson Becker bjargaði síðani í sjeyndu royndini hjá Chelsea. Síðani bleiv tað innskifti Konstantinos Tsimikas, sum er úr Grikkalandi, ið sendi avgerandi brotssparkið í mál. Liverpool hevur nú vunnið FA Cup átta ferðir, og fyri fyrstu ferð síðani 2006.