Liverpool veitsla við Liverpool legendu

Í næstum verður skipað fyri Liverpool veitslu, har Liverpool legendan, Phil Neal, kemur at siga frá søgum úr hansara tíð á besta liðnum hjá Liverpool.

 

Tað hendir javnan, at tað verður skipað fyri veitslum fyri føroyskum viðhaldsfólkum hjá enskum liðnum. Seinni í hesum mánaðinum verður ein Liverpool veitsla fyri føroyskum Liverpool viðhaldsfólkum. Tað er Róland Joensen, ið hevur tikið stig til veitsluna.

 

Á skránni er millum annað Liverpool legendan, Phil Neal, ið kemur at siga frá søgum um hansara tíð í Liverpool. Hann spældi yvir 400 dystir fyri Liverpool og hevur vunnið fýra Europa Cup(nú Champions League) heiti. Eisini verður spurnarkapping og Jens Marni Band spælir til dans aftaná.

 

Skráin til veitsluna sæst HER

 

Atgongumerki kunnu keypast HER

 

(Mynd: Phil Neal t.v. og Alan Kennedy við Champions League steypinum)