Lívstíð í fongsul fyri at skjóta á skúla

Tannáringurin Ethan Crumbley var í gjár dømdur fongsul fyri lívið fyri at hava skotið og dripið fýra floksfelagar á einum amerikanskum skúla í 2021.

Tann tá 15 ára gamli Ethan Crumbley lat skotini av 30. november í 2021 við eini hálvutomatiskari skambyrsu, sum hann hevði fingið í jólagávu frá pápa sínum fáar dagar frammanundan Osorio/Ritzau Scanpix

Tann tá 15 ára gamli Crumbley skeyt á skúlanum tann 30. november í 2021 við eini hálvautomatiskari skambyrsu, hann hevði fingið frá pápa sínum í jólagávu fáar dagar frammanundan.

Seks aðrir næmingar og ein lærari vórðu eisini raktir av skotunum á Oxford High School í statinum Michigan.

Foreldrini hjá Crumbley eru eisini ákræd fyri óviljað manndráp í sambandi við skottilburðin.

Tað er fyrstu ferð í USA, at foreldur hjá einum illgerðarmanni í einum skúladrápsmáli verða ákærd í sambandi við hendingina.

/ritzau/Reuters