Nýggjur sangur hjá Anne Linnet, har hon syngur duett við Lizzie, verður ikki spældur á P3 og orsøkin er, at sangurin verður sagdur at vera óhóskandi. At syngja um at tvær kvinnur eru kynsliga saman hóskar ikki í sendiflatuna, verður mett á P3. Harvið sleppur Anne linnet ikki framat við sanginum Agenda, ið hon syngur saman við føroysku Lizzie, sum bleiv kend í Danmark og Føroyum við Ramt i natten.
Agenda er annars komin á danskar hittlistar og verður nógv spældur á dansistøðum.