Familjur, sum forsyrgja einum barni sum er sjúkt ella ber brek skulu sambært lógini um heilsutrygd rinda 1195 kr árliga í samband við neyðugar meirútreiðslur - eitt nú til heilivág. Í dag rinda hesar familjur einki.
Vit kunnu ímynda okkum, at hetta fer at ávirka fíggjarstøðuna hjá teimum familjum, sum eru sperdar fíggjarliga - ella hvussu, um ein familja hevur fleiri børn, sum hava tørv á heilivági?
Hvør skal rinda meir?
Skulu minnast til, at hettta í fleiri førum eru tær familjur, sum
vóru skerdar í samsýningini tey fáa, fyri at taka sær av børnum sínum í egnum heimi, ofta tí tað almenna einki hevur at bjóða børnunum.
ikki eiga rætt til pensjón av samsýning sínar
í longri tíð ikki hava vitað, um tær eru keyptar ella seldar í mun til at fáa ergoterapi til børnini.
Hetta er als ikki í nóg gott. MBF hevur eisini gjørt var við í hoyringssvari, at tey halda at familjur við sjúkum børnum ella børnum sum bera brek eiga at fáa allar útreiðslur endurgoldnar.
Hvat sigur heilsumálaráðharrin?
Vit kjakaðust dúgliga í løgtinginum, um júst hetta sama í farnu viku – tí broytingin gerst veruleiki 1. apríl. Sakni tó at hoyra landsstýrismannin í heilsumáulum siga sína fatan um júst hetta.