625.000 krónur. Tað er kostnaðurin á nýggju ljóðútgerðini, ið Norðurlandahúsið hevur fingið sum liður í nýggjari fýra ára samstarvsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar.
Í Norðurlandahúsinum hevur leingið verið eitt brennandi ynski um at kunna betra um ljóðgóðskuna í stóra salinum. Higartil hevur hátalarakapasiteturin í tí stóra salinum ikki altíð verið nøktandi, serliga til størri tónleikatiløk, har ofta hevur verið brúk fyri at leiga útgerð inn í húsið.
- Eftir 10 ár er neyðugt at endurnýggja og útvíðka ljóðanleggið. Men hetta er sera kostnaðarmikið. Tí fegnast vit um samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevur givið okkum møguleika fyri at keypa nýggja ljóðútgerð sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Gamla ljóðútgerðin verður framvegis eisini nýtt, tó nú til at stuðla undir nýggju útgerðina.
Fyrsta tiltakið, ið fær møguleikan at nýta nýggja ljóðanleggið hjá Norðurlandahúsinum er framførslan av The Wall hjá Pink Floyd, sum Føroya Symfoniorkestur og íslendski rokkbólkurin Dúndurfréttir framføra í vikuskiftinum.
Byggja brýr millum vinnu og mentan
Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, fegnast um nýggju avtaluna.
- Vit hava verið væl nøgdir við tað samstarv, vit høvdu frammanundan, og tá vit hoyrdu at Norðurlandahúsið hevði eitt ynski um eitt nýtt ljóðanlegg, sóðu vit hetta sum ein gyltan møguleika at leingja um samstarvið. Við hesari avtalu kunnu vit framyvir byggja brúgv millum vinnu og mentan, og tað fegnast vit um, sigur Gunnar í Liða.
Hann vísir eisini á, at í fjør vóru omanfyri 60.000 fólk á gátt í Norðurlandahúsinum, og at tað vóru líka undir 300 ymisk tiltøk har. Tí sær hann hesa avtaluna sum nakað, ið allir partar fáa gott burturúr.
- Norðurlandahúsið, Tryggingarfelagið, listafólkini og Føroya fólk fáa nyttu av hesari avtalu, og tí eru vit sera fegin um hesa avtaluna, sigur Gunnar í Liða.
Sambært nýggju samstarvsavtaluni, sum millum annað inniber at Norðurlandahúsið hevur fingið møguleika at keypa nýtt ljóðanlegg til stóra salin, verður Tryggingarfelagið Føroyar eisini høvuðssamstarvsfelagið hjá Norðurlandahúsinum og tiltøkunum, ið húsið sjálvt skipar fyri, næstu fýra árini.