Árliga Allahalgannakonsertin hjá Ljómi var í gjárkvøldið í Vágs Kirkju og eydnaðist væl
Vanligt er, at Kirkjukórið Ljómur hevur Allahalganna konsert í november. Og í gjárkvøldið hevði Ljómur árligu konsertina og Dorte Tilma stjórnaði kórinum.
Afturat sanginum og urguspæli var eisini tónleikur frá Suðuroyar Consert Band. Hetta eru næmingar í Suðuroyar Musikkskúla undir leiðslu av Ulf Nordlund.
Konsertin hevur hátíðardám og vanliga eru nógvir lurtarar og so var eisini hesaferð.
Á skránni hjá Ljómi stóð Himlarnir kunngera, So eiggilig gleðin, felagssálmurin Eitt snjóhvítt herlið er at sjá, Kór, urga og orkestur; úr Judas Maccabæus, Beati Mortui, Like as the hart, Herr ich schrei zu dir, Nú hvítna tindar, So friðarlig grøvin, Teach me Lord og Føgur er foldin við blásarum, urgu og síðsta ørindi sum felagssálmi.
Nú hvítna tindar hevur serstakt tilknýti til kórið og er eisini felagssálmur við Allahalganna konsertirnar og tá er eisini offurgongd. Hetta er fastur táttur við hesar konsertirnar.
Orkestrið spældi Marsj úr Alceste og Abide with me.
Bæði kór og orkestur komu sera væl frá konsertini.
Ein hevur mangan hug at undrast yvir sterka ljómin í Ljómi, tí talið á sangarum í kórinum er minni, enn ein skuldi hildið, um ein letur oyruni døma. Ikki stórt, men eitt dugnaligt kór við traditiónum.
Og til felagssangin við endan á tímalongu konsertini, Føgur er foldin, ljómaðu cornettin hjá Rakul og trombonin hjá Sólfríð framúr væl.
Ein gleðilig árlig hending fór framvið og ein tími gekk skjótt, tí tíðin gongur skjótt, tá ein hugnar sær.