Ljósari og meiri beinpláss í flúgvaranum

Í gjár fekk Atlantsflog sín nýggja Airbus 320-flúgvara handaðan á Airbus-verksmiðjuni í Hamburg í Týsklandi, og orsakað av veðrinum varð fráferðin haðani framskundað, so flúgvarin lendi í Vágum stutt eftir midnátt.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, greiddi á heimleiðini í gjár soleiðis frá, hvat er størsti munurin á hesum nýggja flúgvaranum í mun til hin Airbus-flúgvaran, felagið hevur frammanundan.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Eirikur Lindenskov gjørdi við Jóhonnu á Bergi.

 

Á móttøkuni hjá Atlantsflog fyrr í dag, vóru nøvnini á førunum í flotanum hjá Atlantsflog almannakunngjørd. Nýggi A-320 airbussurin eitur William, gomlu A-319 eita Elinborg og Ingálvur, meðan tyrlurnar eita Ruth og Sámal.