Teir sterku ljóskastararnir, sum skuldu hjálpa flogfarinum at lenda í myrkrinum, lýstu ikki, tá russiska Tupolev-flogfarið datt niður beint við flogvøllin í Petrozavodsk í gjárkvøldið. Tað skrivar tíðindastovan ITAR-Tass. 44 av teimum 52, sum vóru í flogfarinum, doyðu.
-Av røttum skuldu ljóskastararnir lýst, tí veðrið var so vánaligt og harafturat myrkt, men tað gjørdu teir ikki, sigur varastjórin hjá russisku loftferðslumyndugleikunum, Alexei Morozov. Hann dugir ikki at siga, hví ljóskastararnir ikki lýstu, men tað verður kannað, sigur hann.
Tupolev 134-flogfarið var á veg úr Moskva til Petrozavodsk, sum er í útnyrðingspartinum av Russlandi. Flogskiparin royndi at neyðlenda á einum vegi tætt við flogvøllin, men neyðlendingin miseydnaðist, og eldur kom í flogfarið.