Umleggingin á føðideildini
Orsøkin til umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, er, at fáa eina betri góðsku og samanhang í samlaðu tænastuna hjá føðideildini og ljósmøðraskipanina og samstundis fáa ein meiri rationellan rakstur av deildunum.
Tað er almenna frágreiðingin frá leiðsluni á sjúkrahúsinum til , hví føðideildin skal umskipast.
Men tað er eisini greitt, at umleggingarnar verða gjørdar eftir ynski frá ljósmøðrunum.
? Tað hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum beinleiðis váttað fyri okkum, sigur Jana H.Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Almenna orsøkin til ynskið frá ljósmøðruum er, at tær vilja sleppa at fylgja sjúklingatilgongdini frá byrjan til enda fyri sostatt at styrkja samanhangin í viðgerðini.
Jana H. Dalsgaard vísir eisini á, at í eini grein í Sosialinum herfyri, skrivaði nevndin í Ljósmøðrafelagi Føroya, at tær vilja fegnar taka sær av røktini av barsilskvinnum og nýføðingum.
Harafturat ger forkvinnan í ljósmøðrafelagnum greitt í samrøðu við Dimmalætting longu 30. august í fjør, heilt greitt, at ljósmøðurnar fara ikki at góðtaka at arbeiða á føðideildini undir einum sjúkrarøktarfrøðingi sum leiðara.
? Nú er so ein umlegging framd, sum til fulnar gongur ljósmøðrunum á møti. Tær eru komnar inn á deildina at arbeiða, samstundis sum sjúkrarøktarfrøðingurin er koyrdur frá sum leiðari og ljósmóður sett ístaðin, sigur Jana H.Dalsgaard.