Ljósnaði út á dagin

Tapið móti Guernsey tóktist sera tungt, men sum dagurin leið, batnaðu útlitini hjá føroyska borðtennislandsliðnum munandi

Sandwick: Longu í fyrsta dystinum í liðkappingini í borðtennis kom føroyska landsliðið í mótvind.
Nú navnframi Carl Prean ikki er við á liðnum hjá Isle og Wight, er spenningurin til borðtenniskappingina øktur munandi, og tað er á ongan hátt eins lætt at seta nøvn á favorittarnar. Hvørki, tá tosað verður um einstaklingar ella lið.

Kiksaðu á harrasíðuni
Við nýliga styrkinum av Thomas Rasmussen, hevur føroyska liðið eisini fingið góðan styrk, og við tveimum krútsterkum kortum á harrasíðuni varð tí mett, at Føroyar hesa ferð hava góðar møguleikar at koma í hálvfinalurnar í liðkappingini.
Tí varð tað mett at vera ein dyggur smeitur, tá okkara máttu lúta 4-3 fyri liðnum hjá Guernsey. Saman við Jersey og Føroyum vórðu Guernsey mettar sum stekasta tjóðin í bólki B. Ein bólkur, sum eisini telur Áland, Grønland og Orkney.
Hóast Kjartan Eli í hesum dystinum megnaði at vinna báðar sínar singlur, so rakk tað ikki til neyðugu fýra stigini, sum skulu til, um dysturin skal vinnast. Thomas tapti nevnliga sín dyst fyri sterkasta spælaranum hjá Guernsey, og so mátti álitið setast á kvinnurnar og blandaða tvímansleikin.
Her hevur trupulleikin ofta verið, at føroysku kvinnurnar ikki eru heilt so sterkar, sum sterkastu kappingarneytar okkara, og tað kom eisini til sjóndar. Marin í Dali tapti einmansleikin, eins og hon saman við Susie Midjord mátti lúta í tvímansleikinum. Og tó at Marin saman við Kjartani Eli gav góða mótstøðu í blandaða tvímansleikinum, so máttu eisini tey lúta.

Lagið batnaði
Men líka so væl, sum lagið var í botni eftir Guernsey dystin. Eins nógv mundi lagið batna, sum dagurin leið.
Tað tykist í øllum førum ikki, sum hevur Jersey ta styrkina, sum føroyska ferðalagið hevði roknað við. Hetta kom greitt til sjóndar, tá Guernsey vant 7-0 burtur út Jersey, og eisini í øðrum dystum hevði Jersey trupulleikar móti liðum, sum ikki vórðu styrkismett serliga høgt.
Tí kann eitt hálvfinalupláss framvegis væl og virðiliga røkkast. Tað krevur at kalla »bert« sigrar í teimum dystunum, sum nú eru eftir. Og hesir eru móti Jersey og Grønlandi.

Tveir sigrar
Annars spældi føroyska liðið tveir aðrar dystir sunnudagin, og teir vórðu báðir vunnir uttan stórvegis trupulleikar.
Móti Álandi gjørdist talan enntá um 7-0 sigur, tá allir dystirnir endaðu við føroyskum sigri, og móti Orkney gjørdist talan um 4-3 sigur.
Í hesum seinna dystinum vóru tað tær fýra harrasinglurnar, sum avgjørdu dystin, men eisini kvinnurnar vóru sera væl við. Ikki minst Marin í Dali, sum í sínum dysti noyddi mótstøðukvinnuna út í fimm sett. Men eftir at Marin hevði tapt fjórða settið so tepurt sum 13-11, var ikki nógv meira krút eftir.