Ljósið hjálpir okkum

Fólkini hjá Sea Shepherd í Føroyum, sum ikki ordiliga vita, hvat tey skulu gera í Føroyum, fegnast um ljósið. Tí ljósu summarnæturnar hjálpa teimum at bjarga hvalunum, so føroyingar ikki eisini drepa grind um náttina.

Á Facebook skriva tey, at blívur ikki nógv myrkari, enn mindin vísir, hesa ársins tíð í Føroyum.

Gott hjá teimum og gott fyri grindahvalin – men best hjá okkum, sum búgva í Føroyum.

Spurningurin er, hvør hvalvágin á myndini er...?