Øll 19 doyðu

Øll tey 19 fólkini, sum vóru í einum nepalskum flogfari, sum datt niður nærhendis høvuðsstaðnum Katmandu, eru deyð. Teirra millum eru tíggju ferðafólk úr India, tvey úr USA og eitt úr Japan.

Flogfarið, sum var av slagnum Beech Aircraft, hevði verið við Mount Everest og víst útlendskum ferðafólkum heimsins hægsta fjall. Á vegnum aftur til Katmandu datt flogfarið niður í einari líð góðar seks kilometrar frá høvuðsstaðnum. Myndugleikarnir siga, at eitt fólk var á lívi, tá bjargingarmenninir komu á staðið, men at tað doyði á einum sjúkrahúsi seinni.

Danska uttanríkisráðið hevur havt samband við sendistovuna í Katmandu, og sambært sendistovuni vóru eingir danskir ríkisborgarar í flogfarinum.