-Øll bíða eftir Hess

Hóast avmarkaður áhugi var fyri at vitja føroyska básin á oljumessuni í Stavanger herfyri, so ber stjórin í Atlantic Supply Base, Lasse Borðoy ongan ótta fyri oljutilgongdini við Føroyar. Hann telist millum teirra, sum trúgva uppá oljuna og vónar, at okkurt fer at spyrjast burtur úr boringini hjá Hess hinumegin markið.,

Olja


Er tað nøkur føroysk fyritøka, sum veruliga á ?egnum kroppi?, hvat tað vil siga at skula bíða eftir oljuboring á landgrunninum, er tað Atlantic Supply Base í Runavík. Fyritøkan er sum so eisini tann fyritøkan í landinum, sum hevur einamest fyri oljuleitingina at gera. Men hóast steðgur er í borivirkseminum eina tíð, so hava teir á støðini ikki mist mótið og sita eiheldur hendur í favn og bíða.

Lasse Borðoy, stjóri dylur ikki fyri, at teir kunnu ikki sita og bíða í allar ævir, men hann hevur kortini vónir um, at olja verður funnin. Tí er tað eisini umráðandi hjá teimum at fylgja við og vera hjástæddir, har nakað hendir á oljuøkinum. Tað var tí eisini einki minni enn ein sjálvfylgja, at teir vóru við á altjóða oljumessuni í Stavanger nú um dagarnar.

Hesaferð ætlaðu teir hjá Atlantic Supply Base at hava sín egna bás á oljuframsýningini ONS. Teir hava verið við saman við Menningarstovuni í fleiri ár, men hildu tað vera ov dýrt, hels tí at støðið varð so høgt. Teir vildu tí royna at vera fyri seg hesaferð. Tá teir valdu at taka verandi básin varð ikki greitt, um Menningarstovan var við. Endin varð so, at Menningarstovan, sum vanliga skipar fyri slíkum oljumessum vegna føroyskar fyritøkur gavs við hesum arbeiði og lat tað upp í hendurnar á Oljuvinnufelagnum, sum tá skuldi umboða føroyska vinnulív. Endin var at umleið 12 fyritøkur ynsktu at vera við, eitt munandi minni tal enn til undanfarnar framsýningar ? men tó ikki óvæntað orsakað av tí steðgi, sum er í leitivirkseminum í løtuni.

Tá avtornaði vórðu tað so Atlantic Supply Base og Oljuvinnufelagið, sum stóðu fyri føroyska básinum. Og hetta gekk sum skilst eisini sum fótur í hosu. Básin hevði Vasti í Klaksvík sett upp og tók hann seg eisini væl út. Rúmligur og opin og kortini lættur at fáa eygað á. Men sum vera man og vælskiljandi ? við óvissuni um Føroyaøkið í huganum - var ikki júst nakar gravgangur eftir at støkka inn á gólvið hjá teimum føroysku fyritøkunum. Men hetta nervar ikki stjóran í Atlantic Supply Base. Hann vísir á, at hetta er ein støða, sum so mong lond í eini leitifasu kenna til. Og tá hugsað verður um tann áhuga og tað fokus, sum er á risastóru norsku útbyggingunum av gassfeltum sum Ormen Lange og Snøvit, er tað als ikki so løgið, at eitt nú so fáir norðmenn vitja føroyska básin. Hann er bara ikki ?in? í løtuni.

-Eg havi tosað við nógv fólk, sum hava vitjað básin. Tey eru øll púra greið yvir, hvat hendir í Føroyum. Tey vistu alt um boringarnar og hvat fór at koma. Ein verkfrøðingur segði tað so beinrakið: ?Vi sidder bare og venter.?

Lassse Borðoy vísir á, at tey, sum eru við á oljumessuni, eru fyri tað mesta undirveitarar, og teir vita, at har arbeiði er, har eru teir eisini klárir. Nú bíða so eisini teir eftir úrslitinum av Hessboringini. Um hon verður væleydnað, so kunnu vit rokna við, um ikki eini innrás, tó so at nógvir undirveitarar aftur fara at vísa Føroyum stóran áhuga.

Teir føroyingar, sum hava áhuga í at vera við í oljuvinnuni og vísa ein veruligan áhuga og eru klárir ikki bara, tá borað verður men kanska eitt sindur áðrenn eisini, teir sleppa upp í part fyrr ella seinni er Lasse Borðoy vísur í. Við klárir meinar hann eisini, at oljufeløgini leggja stóran dent á, at feløgini kunnu vísa á, at tey veruliga í longri tíð hava roynt at koma sær upp í hesa vinnuna og ikki bara vilja sleppa framat, tá sáttmálarnir koma á borðið.

Krøvini til kvalitetsstýring ol. eitt nú krøv til ?track history? tvs. hevur tú ikki verið uppi í og roynt teg, so hevur tú onga søgu at vísa á og stendur altíð eitt stig aftanfyri útlendingar.

-Hevur tú ikki roynt at koma uppí og roynt at arbeiða miðvíst, so hevur tú ein trupulleika, tá ástendur.

Eitt dømi um eitt slíkt virki, sum skilagott hevur fylgt tilgongdini heldur Lasse Borðoy vera El-Service. Tað er eitt felag, ið miðvíst hevur samstarvað við aðrar undirveitarar aðrastaðni. Tá hesir so hava brúk fyri at koma til Føroya, stendur føroyska felagið klárt til at fara inn og gera uppgávur.

Hóast ikki so nógv fólk vitjaðu føroyska básin - júst í hesi bíðitíðini á landgrunninum - so heldur Lasse sostatt, at tað er týdningarmikið hjá hesum virkjum at vera við fyri m.a. at kunna tosa við og hitta umboð fyri aðrar undirveitarar, sum tey ein dag kunnu fáa brúk fyri at samstarv við.

-Teir undirveitarar, sum skulu lata vørur og tænastur til oljuídnaðin, um oljuvinna tekur seg upp í Føroyum, eru fult út greiðir yvir, hvat hendir. Teir sita bara og bíða leggur hann aftrat.