Øll børn eru børn hjá øllum

Ein roynd at seta sjónleikin »Tey óndu« inn í okkara veruleika.

Børn sum skulka úr skúlanum, børn sum heldur mala í SMS og hanga út í Steinatúni. Tað kenna vit væl. Og hvussu vit so prædika fyri teimum, um týdningin av at ganga í skúla, so rínur tað ikki við, tí summi av hesum børnum hava einki lívsmót og vænta sær einki av framtíðini...

Sjónleikabólkurin TVAZZ,  spælir í løtuni leikin »Tey óndu«, sum byggir á eina hending, sum fór fram í Liverpool í 1993, og sum í veruleikanum bara er um tveir “heilt vanliga umsorganarsviknar” 10 ára gamlar dreingir. Teir skulka um dagin og tá dagurin er liðin hava teir dripið eitt barn!!!

Svenski Rithøvundurin Niklas Rådstrøm, skrivaði leikin í 2006. Tá leikurin fyrstu ferð bleiv spældur, í London í 2009, 16 ár aftaná sjálva hendingina, vóru røddir frammi um, at tað ikki er rætt at “volkra” sær í sorgini hjá øðrum. Men sum leikararnir siga: “Hóast vit av øllum alvi royndu at leggja hann frá okkum, skumpa hann burtur, goyma hann í niðastu skuffu, so bankaði hann allatíðina uppá. Sum um hann tvíhelt um at vera tikin fram í ljósmála. Magakenslan gjørdi, at vit noyddust at taka hann fram aftur. Angistin fyri tí allar ringasta, sum hugsast kann: At okkurt hendir við okkara børnum – var tað, sum dreiv okkum í avgerðini um at seta júst hendan leik á pall”.

TVAZZ, takk fyri, at tit, uttan at volkra tykkum í sorgini hjá øðrum, uttan at tosa um offur og bøðlar, uttan at “yvirdramatisera” temaðið, spæla ein fantastiskan leik. Formurin er spennandi. Einfaldur og ráður. ”Tey óndu” er ikki ein traditionellur leikur, har man sum áskoðari situr afturá og eygleiðir hendingarnar, sum fara fram á pallinum. Tit bróta “tann fjórða veggin”, tá ið tit tosa beinleiðis við áskoðaran, og við nøkrum spennandi interaktivum detaljum, kendi eg tað sum um, at eg var við í eini roynd at svara nøkrum av lívsins stóru spurningum: Hví eru summi menniskju “ónd”? Og hvat inniber tað at vera medmenniskja?

Leikurin ”Tey óndu” snýr seg um, at 38 menniskju sóu Jon og Robert fara avstað við 2 ára gamla James. Men tey sóu bara tað, sum tey sjálvi vildu síggja. Ella tey hugsaðu, at onkur annar grípur sikkurt inn. Tað haldi eg er ótrúligt. Men tað er veruleikin. Seinni um kvøldið vóru tveir 10 ára gamlir dreingir blivnir drábsmenn og ein mamma hevði mist sítt barn. Tá ið Gunnvá Zachariassen spælir mamma dripna barnið, kendi eg tað sum um, at sorgin og meiningsloysi hekk undan loftinum á Tjóðpallinum. Hóast tað, er mítt fokus í dag, á teimum báðum, Jon og Robert.

Tað er altíð ein orsøk til, at eitt barn ikki er empatiskt, t.v.s ikki fær sett seg inn í hvussu onnur hava tað. Menningarástøðini eru fleiri, men tann sosiala arvin fáa vit øll. Bakgrundin hjá Roberti og Jon er klassisk fyri børn, sum ikki trívast. Harðskapur, rúsevnismisnýtsla og einsamallar mammur, sum sjálvar eru veikar. Børn úr hesum familjum eru útsett uppá allar mátar. Manglandi lívsgleði og manglandi sjálvsvirði kann fáa tey at vilja hevda seg sjálvi, við at gera seg inn á onnur, ella umvent, at tey ikki hava mót at seta seg upp ímóti teimum, sum gera seg inn á tey. At vit vita, at børn úr fíggjarliga illa stillaðum familjum ikki altíð fáa optimalar menningarmøguleikar, máa vit eisini viðganga.

Eg blívi onkuntíð “stungin” við, at tað kann ikki hava so ólukksáliga nógv uppá seg at arbeiða við børnum og ungum. Og rætt skal vera rætt, har sum eg arbeiði er fyri tað mesta “fest og ballada”. Tey allar flestu børnini  eru glað, hava eitt gott bakland og eru fylt við lívsgleði og lívsmóti.  

Og so eru tað tey børnini, sum hóast tey eru fá, fylla nógv í húsinum, fylla alla skránna til starvsfólkafundin, og fylla okkum stravsfólk við sorg um, at øll børn hava ikki fingið tað góða lívið í vøggugávu. Fyri at rúma hesum børnum, fyri at tora at vera við í teirra lívi og fyri ikki at missa móti, tá ið tey sjálvi missa tað, krevst faklig vitan um, hvat hevur gjørt, at tey eru sum tey eru. Tað krevst faklig vitan um, hvussu man arbeiðir námsfrøðiliga við hesum børnum, og hvussu man setur realistisk mál í mun til tey og teirra bakland.

Øll árini eg havi starvast sum námsfrøðingur, havi eg upplivað at arbeiða saman við fólki, sum eru fakliga væl fyri og brenna fyri sínum arbeiði. Her hugsi eg ikki bara um okkum námsfrøðingar og hjálparfólk, men eisini um t.d. heilsusystrar, sosialráðgevarar, lærarar og løgreglu. Men faklig vitan og eitt stórt hjarta er ikki altíð nóg mikið, tá ið vit arbeiða við sviknum børnum. Vit mugu sum samfelag og medmenniskju avgera, at  ØLL BØRN ERU BØRN HJÁ ØLLUM!!! Vit máa seta alt inn fyri at hjálpa, tá ið foreldur ikki orka ella duga at vera foreldur. Tað má ikki sparast á føðideild, hjá heilsusystrum ella í vøggustovum og barnagørðum. Tí, tá ið skaðin er hendur, tá ið eitt barn hevur ment ein óempatiskan atburð, tá er tað ofta ov seint at “hjálpa” barninum, at fáa eitt virðiligt lív.

Leikurin vísur á hendingar, har børn drepa børn upp ígjøgnum tíðirnar. Tað er ein sterk detalja. Vit fáa ongantíð eitt samfelag, har øll børn hava tað gott. Men hvussu víkir og vendir eru børnini tað allar týdningarmiklasta í einum samfelag. Tey eru okkara egna framtíð.

Í veruleikanum er tað besta bara at vera medmenniskja. Tí at, tað at vera medmenniskja er at kenna á sær, tá ið familja, starvsfelagir, vinfólk, grannar o.s.v. ikki hava tað gott. Tað er at rætta eina hjálpandi hond og tað er at tora at blanda seg í lívið hjá øðrum, um tað er neyðugt.  

------------------
Ingvør í Haraldsstovu
Námsfrøðingur í Margarinfabrikkini