Tann trý ára gamla gentan, sum bleiv bjargað, tá eldur kom í heim hennara í enska býnum Essex mánadagin, doyði í gjár á sjúkrahúsinum. Frammanundan hevði hon mist mammuna og øll fýra systkini í eldinum.
Pápin, Abdul Shakoor, fekk ikki so stóran skaða av eldinum, men hann hevur kortini ligið á sjúkrahúsi síðani eldsbrunan. Løgreglan sigur, at hann bar eitt av børnunum út úr húsunum, og at hann fekk ikki gjørt meiri. Hann er lækni og arbeiddi á sjúkrahúsinum, har tann yngsta dótturin doyði í gjár.
Løgreglan í Essex kannar, um eldurin var ásettur. Sløkkiliðsmenninir hava sagt, at eldurin breiddi seg óvanliga skjótt. Sama dag brann ein bilur í grannalagnum.
Familjan er upprunaliga úr pakistanska býnum Karachi, men tey búðu í Saudiarabia í nøkur ár, áðrenn tey fluttu til Bretlands.