Vatnflóð og skriðulop hava darvað bjargingarliðunum, sum royna at bjarga fólki aftan á tað ógvusliga grimdarregnið í Haiti og Dominikanska Lýðveldinum.
Í gjár eydnaðist tað bjargingarliðunum at sleppa til ta fjarskotnu bygdina Mapou har eysturi í landinum. Men har var ikki nógv at gera, tí tey meiri enn túsund bygdarfólkini lógu jarðað undir mold og runu.
Myndugleikarnir í Haiti siga, at meiri enn 1650 fólk hava latið lív av illveðrinum, og í grannalandinum Dominikanska Lýðveldinum eru meiri enn 350 funnin deyð.
Í báðum londunum vænta myndugleikarnir at finna uppaaftur fleiri lík. Sagt verður, at fleiri hundrað fólk eru ikki komin afturíaftur.