Vit fegnast um at ein arbeiðsbólkur nú er settur og farin til verka við at kanna møguleikarnar fyri at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Tað hevur í mong ár verið ynski um at fáa eina venjingarbreyt við hálkubreyt, har bilførarar kunnu læra grundleggjandi atburð í ferðsluni við ymiskum akførum sum t.d. persónbilum, lastbilum, bussum og motorsúkklum og læra týdningin av at laga ferð, stýring og bremsing eftir umstøðunum og at royna vandamiklar støður í tryggum umhvørvi.
Tað er væl kent her hjá okkum, at ungir menn koyra fullkomiliga ørt í gøtunum - serliga um næturnar. Í Malmø í Svøríki var hetta eisini ein stórur trupulleiki fyri nøkrum árum síðan.
Í eini grein í donsku avísini Urban verður víst á hvussu myndugleikarnir í Malmø loystu trupulleikan við ólógligari rasarakoyring í býnum. Fenomenið sum teir nevna “illegal streetrace” førdi eisini til fleiri ógvusligar ferðsluvanlukkur. Ein koyribreyt varð gjørd til tey ungu at avreagera á undir skipaðum umstøðum. Hetta førdi við sær, at hesi sonevndu streetrace á vanligu koyrivegunum hildu uppat og harvið eisini álvarsligu ferðsluvanlukkurnar.
Okkara vón er, at vit um nøkur ár fáa eina koyritekniska breyt við hálkubreyt í Føroyum til frama fyri ferðslutrygdina og harvið alt Føroya fólk.