Ólavur í Beiti
Hergeir Nielsen spurdi samferðslumálaráðharran, hvørjar hugsanir hann hevur gjørt sær um gongdina í teirri politisku viðgerðini av komandi Suðuroyarskipinum? Verður málið lagt til tingsins viðgerð?
Eisini vildi Hergeir hava at vita, um lokal áhugamál, ferða- og farmavinna, ítróttar-, frítíðar- og mentanaráhugamál og onnur lokal áhugamál verða tikin upp á ráð? Vinnulívið, fiski-, íðnaðar- o.o. vinnuáhugamál, ein komandi oljuvinna, havnaviðurskifti, herundir ferjulegað tikin við í metingunum, meginfelag teirra brekaðu og heilsutænastan annars tikin upp á ráð?
Og at enda vil tjóðveldistingmaðurin hava at vitra, um landsstýrismaðurin fær tryggja løgtinginum, at tað ikki verður farið undir fyrireikingar til projektering og útbjóðing, fyrr enn frammanfyri nevndu politisku-, lokalu-, mentanarligu- og heilsuáhugamálini eru tikin upp á ráð?
Peningur avsetur
Í svari sínum, sigur Finnbogi Arge, at peningur varð settur av á fíggjarlógini 1998 til projektering av sandoyarskipi, og á fíggjarlógini 1999 er peningur settur av til projektering av Suðuroyarskipi og nýggjum Mása, harumframt er í ár 2000 sett av á langtíðarætlanini upphædd til projektering av nýggjum avloysaraskipi.
? Í sambandi við útbjóðingina av sjálvum projekteringsarbeiðinum av Sandoyarskipinum gjørdi Strandfaraskip Landsins eitt grundarlag, sum projekterast skuldi út frá - eina frágreiðing um kravspesifikatiónir o.a. Í hesi frágreiðing útgreinar og lýsir Strandfaraskip Landsins ein hóp av faktorum, ið hava ávirkan á endaligu ferjuverkætlanina. Her eru verandi og komandi flutningsuppgávur lýstar.
Fyrsta stig
Víðari sigur samferðslumálaráðharrin, at løgtingið hevur tikið fyrsta stigið við at játta eina upphædd til projekteringina av nýggjum Suðuroyarskipi. Tá projekteringin er liðug, fær Løgtingið høvi til at viðgera málið aftur í sambandi við eina játtan til sjálva byggingina. Ætlanin er, at Løgtingið verður gjølla kunnað um byggingina. T.d. kundi projektbólkurin havt kunnandi fundir við áhugaðar tingmenn um projektið áðrenn fíggjarlógarviðgerðina.
? Øll eru vælkomin til at siga sína meining um eitt komandi Suðuroyarskip, og fer Strandfaraskip Landsins eisini at taka allar teir bólkar uppá ráð, sum, mett verður, hava áhuga í projektinum. Endamálið við fastari mannagongd í sambandi við projektering av nýggjum skipum er júst fyri at tryggja løgtinginum, at øll atlit eru tikin við, áðrenn bygt verður, sigur Finnbogi Arge at enda í svari sínum til Hergeir Nielsen.