Millum klokkan 10 og 14 í dag sendi FM1 beinleiðis úr Klaksvík í samband við, at Torradagar eru í Klaksvík í hesum døgum.
Reportararnir hjá FM1, Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen prátaðu við ymisk fólk kring Klaksvíkar bý.
Petur og Óli fingu eisini orðið á borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim sum kann fegnast um at verða borgarstjóri í einari kommunu, ið stendur fyri nógvum spennandi og forkunnugum tiltøkum gjøgnum árið.
Torradagarnar eru einki undantak í so máta.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen gjørdu við Jógvan Skorheim á FM1 fyrr í dag.
Jógvan Skorheim undirstrikar, at øll eru vælkomin til Torradagar í Klaksvík. Jógvan Skorheim er serliga spentur uppá tiltakið í Spinnarínum klokkan 15 við kenda danska tíðindamanninum, Steffen Gram.