Øll fíggjarnevndin stendur aftanfyri álitið

Einki orðaskifti var, tá ið Løgtingið í kvøld hevði fíggjarlógaruppskotið til 2. viðgerðar. Formaðurin i fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, hevur lagt álitið frá fíggjarnevndini fyri tingið klokkan 20.30 í kvøld. Hann segði seg fegnast um, at øll nevndin stendur aftanfyri álitið.

Tá ið karmurin varð samtyktur í vár, varð roknað við einum undirskoti upp á 599 milliónir. Í álitinum verður roknað við einum halli upp á 468 milliónir. Tá er íroknað inntøkan av søluni av landskassans parti av Lív.

Einki orðaskifti var við 2. viðgerð burtursæð frá, at Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, vísti á, at eingin broyting er í ár, sammett við tað var, tá ið gamla skipanin var galdandi.

Tað var Anfinn Kallsberg ikki samdur við honum í. Hann helt tað vera frágera gott avrik, at tað, nú tað stundar til val, hevði eydnast at halda hallið niðri á 468 milliónum.

Tá ið atkvøtt varð við 2. viðgerð, vóru 25 fyri og 5 ímóti broytingaruppskotinum hjá fíggjarnevndini. 24 tóku undir við samlaða uppskotinum og 6 vóru ímóti.