Tað var ikki ein góður føroyingadagur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini ígjár.
Niklas Simonsen vardi málið hjá TMS Tønder, ið skuldi royna at vinna seg væl inn á oddaliðið, Fredericia ígjár. TMS Tønder tók ímóti Skive. Skive vann greitt 32-25. Í steðginum var Skive á odda 19-15.
Eirikur J. Simonsen og liðfelagarnir í Frederikshavn spældu á útivølli ímóti botnliðnum, Randers. Randers vann 31-28. Í steðginum var Randers á odda 16-13. Eirikur J. Simonsen skoraði trý mál fyri Frederikshavn, og fekk tvær ferðir tveir minuttirs útvísingar í seinna hálvleiki.
Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring taptu greitt á heimavølli ímóti Ajax. Ajax vann 31-25. Í fyrra hálvleiki stóð væl til hjá Róki Akralíð og liðfeløgunum, ið vóru á odda 12-10 í steðginum. Rókur Akralíð skoraði eitt mál fyri HEI Skæring.
Komandi leygardag tekur Frederikshavn ímóti Otterup á heimavølli. Sama dag spælir HEI Skæring á útivølli ímóti botnproppinum, Køge. Sunnudagin spælir TMS Tønder á útivølli ímóti Team Sydhavsøerne.
Støðan:
soccerstand.com | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 22 | 19 | 0 | 3 | 642:542 | 38 | ||
2. | 22 | 17 | 1 | 4 | 658:583 | 35 | ||
3. | 22 | 15 | 1 | 6 | 702:632 | 31 | ||
4. | 22 | 14 | 0 | 8 | 616:564 | 28 | ||
5. | 22 | 12 | 3 | 7 | 628:600 | 27 | ||
6. | 22 | 12 | 3 | 7 | 617:612 | 27 | ||
7. | 22 | 10 | 2 | 10 | 629:631 | 22 | ||
8. | 22 | 10 | 1 | 11 | 635:622 | 21 | ||
9. | 22 | 8 | 2 | 12 | 507:544 | 18 | ||
10. | 22 | 8 | 1 | 13 | 586:612 | 17 | ||
11. | 22 | 8 | 1 | 13 | 570:605 | 17 | ||
12. | 22 | 5 | 2 | 15 | 576:611 | 12 | ||
13. | 22 | 5 | 2 | 15 | 591:674 | 12 | ||
14. | 22 | 1 | 1 | 20 | 543:668 | 3 |