Flaggdagin verður stórur familjudagur í Vágsbotni, tá ið Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri vælkenda flaggdagstiltaki sínum. Á skránni eru bæði kend og spildurnýggj tiltøk ? eitt nú barnaróður á vágni, stuðulsrógving og kappróður millum sterkastu páparnar í Føroyum ? umframt at familjan kann hugna sær saman við hópin av øðrum undirhaldi og njóta ein søtan munn og nýbakaðar vaflur saman.
Tiltakið byrjar kl. 13.30 og varir út á dagin.