Tað er nógvur vindur í dag og tað hevur darvað samferðsluni á sjógvi og landi - og nú eisini í luftini.
Atlantsflog boðar nú frá, at øll flúgving er avlýst í dag.
Ferðafólk, sum skuldu fara úr Føroyum við RC 456-flogfarinum í dag, fara í staðin úr Vágum í morginárini, hósmorgunin, klokkan 8.30 og ferðafólk, sum skuldi kom til Føroya við
við RC459-flogfarinum í dag, fara úr Keypmannahavn í morgin, hósdagin, klokkan 12.45 danska tíð.