Øll nevndin afturvald

Aðalfundurin hjá BankNordik hevur samtykt at afturvelja allar nevndarlimirnir, ið stóðu fyri vali.


Tað var ikki óvæntað, tí frammanundan hevði nevndin mælt til, at Stine Bosse, forkvinna, Rúni Vang Poulsen, næstformaður, Jógvan Jespersen, nevndarlimur, og Súsanna Poulsen, nevndarlimur, vórðu afturvald.


Sostatt er eisini líkt til, at Stine Bosse heldur fram sum forkvinna í bankanum.


Harumframt samtykti aðalfundurin eisini at taka undir við tilmælinum hjá nevndini og rinda 20 milliónir krónur í vinningsbýti, svarandi til 2 krónur fyri partabrævið á 20 krónum.


Eini 70 fólk vóru á aðalfundinum hjá bankanum.