Øll nevndin tekur undir við avtaluni

Formaðurin í uttanladsnevndini, Hergeir Nielsen, er fegin um at loysn er fingin á málinum um markið millum Føroyar og Bretland

? Eg eri sera fegin um, at vit nú hava fingið eina loysn í hesum málinum og kann siga, at vit í tí stóra og heila eru nøgdir við ta loysn, sum nú fyriliggur sigur Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini um marknaavtaluna, sum varð løgd fyri tingið í gjár.

Tað er ein samd nevnd, sum tekur undir hesi loysnini, men ein partur av nevndini tekur ikki undir við gongdini í málinum.

Sosialurin hevur skilt, at tað er sambandsflokkurin, sum ikki tekur undir við gongdini.