Øll punktini skulu viðgerast eins

SPURNINGURIN um at gera tunnil undir Vestmannasund er nógv frammi í fjølmiðlunum, og eingin ivi er um, at hann fer at eiga týðandi part í samfelagsorðaskiftinum í langa tíð fram. Bara tað at farið verður undir at gera fyrsta tunnil av slíkum slag í Føroyum er sjálvandi áhugavert og forvitnisligt í sjálvum sær. Hetta verður ein nýggjur varði í okkara infrastrukturi, sum fer at binda landið enn tættari saman. Tað fer at stytta leiðina millum miðsteðarøkið og eina av høvuðs samferðsluæðrunum til og frá landi okkara, nevniliga flogvøllin í Vágum. Sum so er hetta ein positiv avbjóðing fyri okkara samfelag.

MEN nettup tí at hetta er nakað nýtt fyri okkum er so altumráðandi, at ljóskastarin verður settur á verkætlanina frá byrjan. Her eigur einki at verða dult ella undirmett. Og her eiga vit ikki bara at stara okkum blind í tí, sum útlendsku serfrøðingarnir siga og siga ja og amen. Og kanska er nettup júst henda tíðin, tá tilboð verða latin upp og viðgjørd, kannað og eftirmett, tann mest avgerandi av øllum.Nú kann onkur spyrja, hvussu tað ber til, at vit longu eru farin í hernað móti hvørjum øðrum í sambandi við útbjóðingina av vegagerðini! Hvussu verður ikki, tá sjálv tunnilsgerðin verður at fara í gongd? Hvussu og ikki, so eiga tey fólk, sum hava fingið litið upp í hendi ábyrgdina av hesum álvarsliga projekti, at verða opin, varin og ikki minst professionell. Tí fyri tað um eitt samtak kann bjóða seg til at gera arbeiðið fyri minni enn ?vit? høvdu mett, merkir tað ikki, at allar súðir eru syftar og vit bara kunnu seta okkum afturá og halda, at nú gongur alt av sær sjálvum.


TAÐ er ein sannroynd, at nærum øll slík projekt við undirsjóvartunlum vit vita um, eru vorðin nógv nógv dýrari enn upprunaliga mett. Vit kunnu taka tunnilin millum Ongland og Frakland, tann undir Stórabelt, tunlar í Noregi osfr. Hóast talan hevur verið um feløg, ið hava havt royndir við slíkum tunlum, eru arbeiðini vorðin nógv dýrari enn ætlað. Nú koma so ?somu? fólk henda vegin og bjóða sær at gera fyrsta tunnil av sínum slag mitt úti í Atlantshavi. Ja tey koma entá og bjóða seg til at gera hann nógv bíligari enn vit sjálvi høvdu mett. Og so eru vit øll so glað so glað. Tað er her vandin lúrir. Og vit hava skyldu til at vera vakin. Í ringasta føri verða tað okkara eftirkomarar, sum koma at rinda gildið. Hava teir, ið bjóða sær at gera arbeiðini, tikið hædd fyri øllum teimum trupulleikum, sum bráddliga tóku seg upp, tá líknandi arbeiði vórðu gjørd aðrastaðni? Hava teir lagt upp fyri? Hava teir so eisini tikið fyrivarni við um tey ivamál, sum kunnu koma fyri júst her? Fyri tað um royndir eru tiknar, hvør sigur so, at hesar geva okkum rætta svarið. Hava vit einki at læra av tunlinum til Sumbiar? Og tað var ikki undir havsins botni! Tað má vera eitt krav til myndugleikar og felagið Vágatunnilin, at aðrir serfrøðingar tjekka av, um tilboðini eru reell og halda. Tað má ikki enda við, at vit bara fáa eitt hol í jørðina fult av sjógvi.