Øll rutuflúgving til og úr Føroyum er avlýst í dag.

Atlantsflog hevur nú gjørt av, at øll rutuflúgving til og úr Føroyum er avlýst í dag. Trupulleikin er serliga sunnanfyri okkum. Danskt loftrúm er stongt líka til klokkan eitt í nátt.

Og 23 onnur lond í Evropa hava eisini stongt loftrúmið í dag

Atlantsflog ætlar tó framvegis at flúgva ein eykatúr til Noregs, men tað verður tó treytað av, at loftrúmið yvir Noregi verður opið og at nóg stór undirtøka er fyri túrinum.

Ferðafólk kunnu tekna seg til túrin á www.atlantic.fo/Default.aspx

Endaliga avgerð um henda túrin verður tikin á miðdegi. Verður hann flogin, gevur tað fólkið høvi til at koma inn á meginlandið og tey, sum lukkast til Noregs, sleppa heim aftur við flogfarinum.

Tó sær svart út fyri flúgving til Noregs í dag, tí norsku loftferðslumyndugleikar siga, at alt loftrúm sunnanfyri Kristiansund, sum er nakað væl norðanfyri Bergen, er stongt fyribils, men ein nýggj fráboðan kemur stutt eftir døgverða