? Hvítabók er ikki liðugt seymað til landsstýrið. Hon er, sum eg so ofta áður havi sagt, ein amboðskassi til allar politkarar at brúka. Talan er sostatt líka so nógv um ein amboðskassa hjá andstøðuni, sum hjá samgonguni.
Høgni Hoydal heldur tað vera løgi, at Jógvan Mørkøre mælir landsstýrinum til at játta andstøðuni pening til at gera eina hvítbók afturat. Hann vísir á, at hetta er tað sama, sum at gera allir flokkarnar til hvør sítt landsstýri. Tí skal tað ikki bera til at tosa seg til eina semju, má hvør flokur sær koma við einari ítøkiligari ætlan, og so er talan um seks hvítbøkur og seks flokkar, ið spæla hvør sín leiklut sum landstýri.
Altíð at heita á
Høgni Hoydal ásannar tó, at øll upplýsing sjálvsagt gagnar. Og vil hann tískil fegin vera við til at seta tær kanningar í verk, ið andstøðan heldur vanta í málinum um ríkisrættarligu viðurskiftini. Andstøðuflokkarnir skulu bert gera vart við seg, um nakað er, sum teir vilja hava nærri kannað.
Men Høgni Hoydal heldur tað tó vera burturvið at fara undir eina verkætlan, ið líkist einari nýggjari hvítbók.
? Serfrøðingarnir, ið hava gjørt Hvítubók, hava gjørt sítt arbeiði væl, og eg dugi ikki at síggja, hví bókin ikki eisini kann nýtast av andstøðuni. Eins og andstøðan ikki tekur undir við øllum í bókini, eru tað eisini partar, sum vit í samgonguni ikki taka undir við.
Vildu ikki vera við
Høgni Hoydal vísir á, at tá samgongan fór í gongd við fullveldisætlanina, beyð samgongan andstøðuflokkunum til fundar. Á hesum fundi skuldu andstøðuflokkarnir vísa á, hvat vildu hava kannað. Teir skuldu rætt og slætt vera við í arbeiðinum at gera Hvítubók. Eisini varð skotið upp at seta eina tingmannanevnd, ið skuldi vera við í fullveldiskanningunum, men andstøðuflokkarnir tóku ikki undir við hesum.
Men Høgni vissar enn eina ferð um, at andstøðuflokkarnir eru vælkomnir at heita á landsstýrið um at gera gjøllari kanningar av ávísum viðurskiftum, um teir nú ynskja at vera við í arbeiðinum. Tó heldur hann, at Hvítabók bæði væl og virðiliga lýsir krøv og møguleikar, heilt frá heimastýri til fullveldi.
Demokratiska gongdin
Jógvan Mørkøre segði við Sosialin í gjár, at sum gongdin er í løtuni, kann spurnartekin setast við, um tann demokratiska gongdin í fullveldismálinum ikki er við at skeiklast. Hann er sannførdur um, at Høgni Hoydal er íðin fyri at hava eina so demokratiska gongd í málinum, sum møguligt. Hann heldur, at Høgni Hoydal beinleiðis heldur seg til forna demokratiið um at tosa seg til eina loysn, tá hann tosar um breiða semju.
Men Jógvan Mørkøre vísti samstundis á, at tann stóri trupulleikin er, at so leingi hugsað verður flokspolitiskt, ber ikki til at tosa seg til eina loysn. Samgongan stendur fast við, at Føroyar skulu úr danska ríkinum, og Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa fast við, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelagsskapi við Danmark. Samfelagsfrøðingurin heldur tað vera óhugsandi, at tað fer at bera til at tosa seg til eina semju tvørtur um hetta mark. Og heldur hann tí Høgna Hoydal vera ógvuliga filosofiskan og ambisiøsan, tá hann heldur fram at tosa um at tosa seg til breiða semju.
Høgni Hoydal er tó ikki samdur. Hann vil heldur nýta tíð uppá at tosa um málið og viðgera tað í tinginum, enn at skula atkvøða um øll møgulig ymisk uppskot. Hetta heldur hann ikki bert tá talan er um at viðgera ríkisrættarligu støðuna, men eisini tá onnnur mál skulu viðgerðast.
Góðar vónir til aðalorðaskiftið
Landssýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur góðar vónir til restina av aðalorðaskiftinum. Hann vónar, at nágreiniliga verður funnið út av, hvat tað er, ið skilir partarnar, so tað seinni fer at bera til at tosa seg til rættis.
Høgni Hoydal heldur, eins og Jógvan Mørkøre í blaðnum í gjár vísti á, at flokkarnir í partapoltiska spælinum hava nýtt ov nógva orku til at leggja hvønn annan undir ymsikt skeivt, og vónar hann, at betur fer at gangast, nú aðalorðaskiftið er farið í gongd.
Tað ber tó ikki til at fáa Høgna Hoydal at siga, um hetta eisini er nakað, hann væntar, ella talan bert er um eina bjarta vón. Hann sigur tó so mikið, at hann væntar, at alt møguligt verður drigið inn í aðalorðaskiftið. Kjakast skal jú um framtíðarstøðu Føroya, og tí kann væntast, at fíggjarlógaruppskotið og annað eisini verða drigin inn í orðaskiftið.
Men tá kjakast skal um framtíðarstøðu Føroya, er talan sjálvsagt um eitt breitt kjak, og tí er einki løgi í, at alt møguligt verður drigið inn í orðaskiftið. Høgni Hoydal endar við skemtandi at greiða frá um ein nólsing, ið fyri stuttum kærdi sína neyð til hansara. Hesin helt avgjørt ikki, at vit eru til reiðar at fáa fullveldi. Hann hevði verið í Havn í dansi um vikuskiftið, men ringt var at sleppa á ves um náttina, tí eingi pisshús vóru opin. Og tá tað ikki ber til at hava pisshús, hvussu í verðini skal tað so bera til at fáa fullveldi?