G! Festivalurin í Gøtu fer komandi vikurnar at kunngera endaligu festivalskránna. Heimasíðan skrivar, at ikki minni enn 500 bólkar hava víst áhuga fyri at spæla á G! Tað er ikki smávegis áhugi fyri at spæla á ársins G! festivali. Umleið 500 bólkar úr øllum heiminum hava skrivað til festivalin, og søkt um at sleppa at spæla. Freistin at søkja var úti 15. apríl, og av teimum umleið 500 bólkunum eru bert einir 30-40 teirra føroyskir.
G! skrivar, at ein stórur partur, 375 bólkar, hevur søkt umvegis skipanina hjá Sonicbids, sum G! Festival gjørdi avtalu við fyrr í ár. Restin hevur sent umsókn umvegis email og vanligan post. Í løtuni arbeiðir G! Festival við at leggja seinastu hond á skránna, og komandi vikurnar verður restin av G! skránni kunngjørd. G! Festivalurin verður um vikuskiftið 23.-25. juli. Higartil eru 19 nøvn komin á plakatina, nevnast kunnu Veto, Katzenjammer, Spleen United, Familjen, The Haunted av útlendskum nøvnum, umframt eitt úrval av føroyskum bólkum og einstaklingum.