Stefan í Skorini
??????????????
Festligheitirnar í sambandi við kongaliga brúdleypið hava vart meira enn eina viku. Startskotið til brúdleypið var tann 5. mai, tá tann danska verjan hevði framsýning í Keypmannahavn fyri kongafamiljuni og almenninginum. Síðani hevur nógv virksemi verið kring kongshúsið hvønn dag við konsert, kappsigling, døgurðum, veitslum og einum ótali av móttøkum.
Danir vilja ikki gera tað sama mistakið sum norska kongshúsið gjørdi fyri nøkrum árum síðani, tá krúnprinsurin giftist. Norðmenn siga, at ov lítið varð gjørt burturúr brúdleypinum, og hetta hevði við sær, at útlendskir fjølmiðlar ikki góvu brúdleypinum nóg stóran ans. Tí hevur kongshúsið lagt tiltøkini yvir eitt longri tíðarskeið. Endabresturin verður í dag.
Veðrið
Veðurmenninir lova turt veður fríggjadagin seinnapart, tá hestavognurin fer úr kirkjuni. Men nýggjastu meldingarnar siga, at tað verður regn út á kvøldið. So er at vóna, at tað verður turt inntil brúðarparið aftur er komið undir tak. Fólk í túsundatali verða væntandi í gøtunum fríggjadagin, um tað er gott veður ella ikki.
Tíðarætlanin sigur, at vígslan byrjar kl. 15 føroyska tíð í Københavns Domkirke, har 800 gestir eru innbodnir. Tað er Erik Norman Svendsen, bispur, ið skal standa fyri vígsluni, og hann fer eisini at halda brúdleypstaluna. Ein tíma seinni fer brúðarparið í hestavognin, sum skal føra tey ígjøgnum gøturnar frá Dómkirkjuni, eisini kallað Vor Frue Kirke, til Amalienborg.
Tað veldst um veðrið, hvat slag av hestavogni brúðarparið fer at koyra í. Um tað verður gott veður og turt, fer brúðarparið at koyra í einum opnum hestavogni av slagnum Barouche. Hesin vognurin varð gjørdur Berlin í 1906. Margreta Drotning nýtti hendan sama vognin, tá hon giftist Hendriki prinsi í 1967.
Um veðrið ikki er til vildar, verður koyrt í gullvogninum, sum er lagdur við 24 karat gulli. Hesin vognurin er frá 1840.
Ábyrgdarhavandi fyri trygdini hjá brúðarparinum vildi heldur, at tað koyrdi í einum afturlatnum vogni, men kongshúsið vildi heldur hava ein opnan vogn, um tað á nakran hátt bar til.
Hestavognurin við brúðarparinum fer at koyra frá Vor Frue Kirke eftir Nørre Voldgade og H.C. Andersens Boulevard til Ráðhúsplássið. Síðani verður hildið fram omaneftir eftir Strøgnum til Kongens Nytorv og framvið tí Kongaliga Teatrinum. Koyrt verður eftir Bredgade og til Amalienborg slot.
Stórt fylgi
Tað verður eitt stórt fylgi, sum fer at ríða frá Dómkirkjuni og gjøgnum gøturnar. Tað verður Garderhusregimentet, sum fer at eskortera krúnprinsin og brúðrina til Amalienborg. Tilsamans 48 menn á hestbaki fara at fylgja parinum.
Kl. 16.40 fer brúðarparið at veitra til fjøldina av balkongini á palænum hjá Christiani VII, sum er ein partur av Amalienborg. Nakað seinni verður koyrt til Fredensborg, har veitslan skal standa. Hesuferð eru tað seksti reiðmenn úr ríðifeløgum á Norðursælandi, sum fara at fylgja parinum á leiðini.
Klokkan 20 danska tíð verður so døgurðin á Fredensborg slotti, har løgmaður Jóannes Eidesgaard og løgtingsformaður Edmund Joensen vera til staðar við frú.
Brúdleypsdøgurðin verður í einum 1400 fermetra stórum tjaldi, sum er sett uppí urtagarðinum aftan fyri Fredensborg, har teir 400 gestirnir skulu eta. Aftaná skal brúðarparið dansa brúðarvalsin í Kuppelsalinum, eins og bæði Joachim prinsur og Margreta drotning hava gjørt frammanundan. Møguliga fáa løgmaður og løgtingsformaðurin høvi at fáa ein dans við tí vøkru brúðrini.