Hendan greinin skuldi verið skrivað fyrr í vár, tá myndin varð tikin, tí er kavi uttanfyri, men hon fer kanska allíkavæl at rigga, tí í skrivandi løtu sveipa tjúk hvít kavaæl yvir Norðoyggjar og nú er bara eitt samdøgur til Norðoyarstevnan byrjar.
Vit eru staddir í ølneystinum í Klaksvík, journalistur og myndamaður. Vit standa innanfyri neystadyrnar, ið við sínum rimum geva vánni uttanfyri dæmi at einum málningi, málaður av leitandi listamanni. Uttanfyri svimja æðurnar í góðveðrinum og bryggjurnar eru tómar. Skip og bátar eru úti, tað er fagrasta vártíð.
Tað er fyrrapartur, kalt og er tú ikki beinleiðis hundsjúkur, so eru hetta ikki rættuliga líkindini at sløkkja tostan við ísakøldum gullprýddum Føroyabjór.
-Vit eru ikki so nógvir í morgun, bara tann fasti staburin, men tá línubátarnir eru inni, tá er lív í gauli. Tá kann neystið næstan verða fult og nógvar góðar eru at hoyra, onkur morreyð eisini, sigur ein maður um miðjan aldur. Hann er í einari "ylpø", sum er heldur tronglig um miðjuna. Eyguni eru blonk og reyðsprongd, tú hómar æðrarnar í tí hvíta. Smáar sveittaperlur hanga fastar á enninum.
-Vit gera ikki hønu halta her inni. Koma bert saman fyri at práta og fáa okkum eina øl. Konufólk eru ikki væl komin sum so og børn sleppa slett ikki inn í neystið, sigur hann.
Og so leggur ein eldri maður upp í. Hann er ikki úr Klaksvík, men er trúgvur gestur í neystinum, tá hann er her um leiðir.
-Eg fati ikki hvat fólk hava í móti hesum neystinum. Kundi eg ikki sita her og drekka mær eina kenning, so sat eg onkra aðrastaðni og høgligt liggur neystið fyri, beint við síðuna av Føroya Bjór, sigur hann.
Og nú leggur so ein heilt annar upp í .
-Eg havi fanin gali meg rinda skatt alt mítt lív, bæði av tí eg havi fortjent á sjónum og sanniliga eisini at tí eg havi drukkið, og tað er slett ikki so lítið millum ár og dag. Landskassin ger tað súrt hjá okkum, sum dáma ein lítlan. Ølið er alt ov dýrt av ølskattinum. Tann sum hevur størst interessu í at fólk drekka nógv í Føroyum, er júst landskassin. Tað hevði verið tómligt í honum, var ongin rúsdrekkaskattur. Tá má vera nakað í tí, sum tikið verður til, at dupultmoralur er dupult so góður. Tí tey, sum hava mest í móti okkum sum drekka, eru júst fólk, sum eru grammast til at kráma pengar til sín úr landskassanum,sigur hesin eini. Hann hevur rættuliga tosað seg heitan, tónalagið er høgt, nú setningurin endar. Ein hómar eitt sindur av beiskleika móti tí heila. Hansara bláreyða nøs næstan hvørvur í hvíta andanum.
Søtur landroykur
Ein á rennir oman gjøgnum neystið, um summarið luktar hendan illa,siga teir. Inni er skýmligt.. Lotið liggur niðan í neystið og ein súrsøtligur angi av gomlum landi hongur í luftini, blandaður saman við royki av ballaðum svøtrum og Samson. Sigarettglóðirnar blunka títt. Fram eftir gólvinum, í ovara parti av neystinum, flýtur við hvítum plastberiposum frá Føroya Bjór. Teir eru allir sjálvsagt tómir, tí tómar ølfløskur kunnu aftur umsetast til øl inni hjá Føroya Bjór, og tað er ølið íð savnar menninar í neystinum.
Ølneystið,sum Føroya Bjór eigur, er ikki serliga væl umtókt í Klaksvík av øðrum enn teimum sum brúka hetta, og teimum sum vinna pening uppá hetta.
Fyri mong í Klaksvík er hetta tað reinasta blasfemi, at neystið verður nýtt til brennivínsbørnini, verður hugsað um hvat virksemi neystið varð nýtt til fyri eini 50 árum síðan. Tá stóð navnframi trúboðarabáturin "Sendebudet" í neystinum, tá hann ikki var á mannaveiðu í bygdunum kring Klaksvíkina og í eystara parti av Eysturoynni.
Andaliga støðan var vánaligt fyri fimti árum síðan, í hesum mangan stokkkonservativu kirkjubygdum, var andslívið sovnað av gomlum vana. Kappar við lúnningina á Betestha, menn sum Jógvan Gerðalíð og Páll á Dul, andans stríðsmenn av Guds náði, og aðrir, ferðaðurst runt við "Sendebudet" og sáddu og fleiri staðni gav ávøkst. Fleiri eru samkomunar, sum stava beinleiðis frá virkseminum hjá "Sendebudet".
Í dag er "Sendebudet" burtur úr neystinum, einasta leivd frá hesum tíðarskeiði er spælið, sum stendur rustað og tært innanst í neystinum, næstan undir í ølpoum.
Forrestin, tað er vanliga ikki so óruddiligt í neystinum. Men seinastu tíðina hevur Jørgen,. grønlendari, ein raskur maður, sum hevur búð og siglt ein stóran part av ævini úr Klaksvík, verið í øðrum ørindum í Havn. Og menninir í neystinum sakna hann. Tað er Jørgen sum hugnar um í neystinum.
Vit práta leingi um alt millum himmal og jørð, um fisk, um hundasjúku, um samfelagið og kjerligheit og mista kjerligheit. Um gyltar farnar dagar og um vónloysi fyri framman. Menn koma alsamt í neystið og aðrir fara til hús.
Teir flestu av fasta stabinum eru einsamallir. Drekkur tú dagliga, so hevur tú líkasum ikki stundir til annað enn at drekka og heldur ikki familjulív. Tú hómar tár í eygunum, tá tosað verður um syndraðar familjur og børn, og svikt og sorg og alt sum ein ikki megnaði, tí kenningin hevði fingið valdi á einum.
Men sorgarleikurin og vanlagnan hvørvur í næstu løtuni, tá næsta ølin er komin niður um og so hoyra vit fleiri søgur frá ungum sorgleysum døgum, tá ein kundi drekka tað ein vildi, tá konufólk linkaðu í knøunum bara ein vísti seg, og brøgdini á skipsdekki søgdu frá monnum.
Teir flestu av fasta stabinum í ølneystinum Klaksvík verða vaktir á hálvari nátt avberum tosta og nívandi ótta. Føroya Bjór letir ikki upp fyrr aðrir haldlar og tað er hart, í herviligum sveittaherindum, at bíða eftir at løtan er komin, tá øl í neystinum kann bjarga einum eina løtu burtur úr allari neyðini.
Sjálvt um neystið veðrur brúkt av øðrum, so er tað fyrst og frest eitt friðskjól fyri rúsdrekkabundnum í Klaksvík, ið enn ikki duga at síggja sær annan veg burtur úr elendigheitini.
Sætt í ljósinum á hesum, so er enn nytta í gamla neystinum hjá "Sendebudet" og tað fortjenar eitt sindur størri viðurkenning millum manna.