Eivin Jacobsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur spurt Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin verður tikið av, nú lánini eru goldin, ella um tað ikki verður tikið av, fyrr enn landskassin hevur fingið allar pengarnar aftur, sum landið hevur sett í verkætlanina.
Les eisini: Eingin avtala um ókeypis koyring
Men svarið er langt síðani komið. Og tað frá arbeiðsgevaranum hjá Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sum eisini er floksformaður hjá Eivin Jaocbsen. Og svarið var púra greitt:
Les eisini: Tunnilsgjøld í fleiri ár afturat
– Eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.
Hetta svarið gav løgmaður Poul Michelsen sum svar upp á skrivligan fyrispurning tann 10. sepetember í fjør.